stud HF
 
Juni 2001

Stjørnufrøði

  Endamálið

1. Endamálið er, at næmingarnir fáa kunnleika til

a)

at stjørnufrøði er ein náttúruvísindalig lærugrein, sum við at eygleiða umheimin støðugt hevur økt um og víðkað vitan okkara um, hvussu bygnaðurin í alheiminum er, og hvussu alheimurin er mentur.

b)

at lýsingar og sannkenningar av viðurskiftunum í alheiminum bæði nær hjá og langt burturi ígjøgnum tíðirnar hava verið grundarlag undir skiftandi heimsmyndum, sum menniskjan hevur gjørt sær til at tulka og skilja náttúruna. At stjørnufrøðin soleiðis gevur sítt íkast sum mentanarberandi vísindi til innlitið í tann alstóra týdning, sum umheimurin hevur fyri øllum lívi, og ger okkum betur før fyri at skilja støðu menniskjunnar í náttúruni.

c)

at stjørnufrøðin nýtir og mennir egnu tættir í lærugreinini í tøttum samstarvi við aðrar lærugreinir og tøttum altjóða samstarvi, at arbeiðið við stjørnufrøðini endurspeglar hesar høvuðstættir, og at vit við hesum økja okkara vitan um, hvussu alheimurin er skipaður og mentur.

Undirvísingin

2.1 Endamálið við undirvísingini er, at næmingarnir fáa kunnleika til, hvussu stjørnufrøðiliga heimsmyndin er ment, og kunnleika til tann týdning, hon hevur havt fyri menniskjans sannkenning og mentan. Næmingarnir skulu ogna sær vitan og innlit í høvuðsøki í klassiskari og nýggjari stjørnufrøði og ogna sær kunnleika um stjørnufrøðiligar eygleiðingar og ástøði, soleiðis sum tey verða lýst við nøkrum høvuðstættum. Næmingarnir skulu duga at greina og meta um stjørnufrøðiligar spurningar við náttúruvísindaligum háttaløgum, og teir skulu duga at bera víðari stjørnufrøðiliga vitan við støði í tilfari, sum teir sjálvir hava leitað fram.

2.2 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir skulu duga

a)

at allýsa, lýsa og nýta stjørnufrøðilig hugtøk og støddir,

b)

at greiða frá teimum vanligastu støddarlutføllunum í alheiminum,

c)

at nýta ella hava kunnleika til stjørnufrøðilig tól,

d)

at gera egnar stjørnufrøðiligar kanningar,

e)

at savna, skipa og viðgera egið kanningartilfar ella kanningartilfar hjá øðrum,

f)

at gera nøgdarligar útrokningar, og

g)

at leita fram, viðgera og at bera víðari stjørnufrøðiliga vitan eitt nú um stjørnufrøðiliga gransking.

2.3 Undirvísingin verður løgd til rættis við støði í, at næmingarnir í minsta lagi hava havt alisfrøði-evnafrøði C og støddfrøði C.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um hesar 4 høvuðstættir:

1)

Stjørnufrøðiligar eygleiðingar.

Eygleiðingar og at finna veg á himmalhválvinum. Árstíðirnar og teirra skiftan. Myrkingar. At taka myndir av fyribrigdum á himmalhválvinum.

2)

Sólskipanin.

Rørslur og eginleikar hjá úrvaldum knøttum í sólskipanini. Ytri ávirkanir á jørðina; t.d. flóð og fjøra, streymur, norð1ýsi. Navigatión. Um hvussu sólskipanin varð til og mentist.

3)

Stjørnur og vetrarbreytin.

Alisfrøðilig viðurskifti í stjørnum. Bygnaður, tilgerð og menning stjørnanna, harímillum í sólini. Upprunin at frumevnunum. Bygnaðurin í vetrarbreytini og menning tess. Fremmandar gongustjørnuskipanir. Lív í alheiminum.

4)

Stjørnubreytir og kosmologi. Um teir ymsu flokkarnar av stjørnubreytum, og um bygnaðin í stjørnubreytum. Víðkanin í alheiminum, kosmiska baksýnisgeislingin, myrkt tilfar í alheiminum og Big-Bang ástøðið.

3.2 Dentur verður í undirvísingini lagdur á royndir. Royndararbeiðið skal fevna um í minsta lagi 15 pultstímar. Royndararbeiðið fevnir um stjørnufrøðiligar kanningar, næmingaroyndir og tað at nýta dátugrunnar. Samlát og elektronisk upplýsingasókn skulu vera partur av hesum arbeiði.

3.3 Undirvísingin í stjørnufrøðini fevnir eisini um skrivligt arbeiði, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt næmingaavrik. Hvør næmingur letur inn 7 royndarfrágreiðingar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til. Frágreiðingarnar, sum eru einar 3-8 síður (fylgiskjøl ikki íroknað) hvør, kunnu verða skrivaðar við støði í dátutilfar frá eygleiðingum, royndum ella upplýsingum úr einhvørjum dátugrunni. Tvær av teimum sjey frágreiðingunum kunnu í staðin verða ein frágreiðing um einhvørja verkætlan. Verkætlanarfrágreiðingin kann eisini vera ein bólkafrágreiðing. Haraftrat kunnu tvær av teimum sjey royndarfrágreiðingunum í staðin vera skrivligar uppgávur.

3.4 Lesipensum fevnir um einar 200-300 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir; og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið helvtina av lisna tilfarinum. Royndarfrágreiðingar og onnur skrivlig avrik, ið hava tilknýti til uppgivna tilfarið, verða sum meginregla eisini givin upp.

4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

4.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru bøkur, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hava verið nýtt ella eru skrivað í sambandi við undirvísingina, tól, ið hava týdning fyri royndarliga partin, og góðkendur lummaroknari.

4.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur/tilfar í uppgivna pensum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Aðrar loyvdar hjálparmiðlar hevur próvtakarin ábyrgd av at hava við.

4.6 Hvør próvtakari fær ein spurning. Spurningurin skal vera orðaður soleiðis, at próvtakarin fær høvi sjálvstøðugt at skipa spurningin, at vísa evni síni at viðgera eitt serstakt evni gjølla, og at vísa, at hann hevur yvirlit yvir eitt fakligt øki. Viðkomandi tól eiga at vera til taks í próvtøkuhølinum, um tað er møguligt. Nýttar kunnu verða talvur, myndir og annað tilfar úr royndarfrágreiðingum og frá undirvísingini.

4.7 Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu próvtakarin

1)

í einum greiðum og neyvum fakmáli dugir at greiða frá og nýta hugtøk, fyribrigdi og samanhang innan stjørnufrøði,

2)

dugir at greiða frá nýtslu av háttaløgum í lærugreinunum,

3)

dugir at gera nøgdarligar útrokningar av stjørnufrøðiligum støddum,

4)

vísir skil fyri týdninginum av praktiskum eygleiðingum og royndum og er førur fyri at greina og viðgera útslitini,

5)

dugir at seta eina stjørnufrøðiliga vitan inn í eitt størri høpi og í frásjón, og

6)

hevur eitt sjálvstøðugt yvirlit í lærugreinina og er førur fyri at skipa og bera fram sína vitan og tankagongd.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Mai 2002

Stjørnufrøði

Vallærugrein

Endamál

STJØRNUFRØÐI - FØROYA STUDENTASKÚLI OG HF-SKEIÐ - HOYDALAR