| |
Spanskt
Kravt stig
Endamálið
1. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir verða førir
fyri at lesa og skilja eyðskildar spanskar tekstir, |
|
b) |
at næmingarnir venjast í
munnligum málfimi og fatan av talaðum sponskum, og |
|
c) |
at næmingarnir gjøgnum
arbeiðið við tekstunum ogna sær kunnleika til mentanarviðurskifti
í Spania og Latínamerika. |
Undirvísingin
2.1.
Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa eina
málsliga vitan og eitt mentanarligt innlit, sum eisini í longdini kann
verða teimum at gagni.
2.2. Við støði í
tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfar og mállæru, soleiðis
at næmingarnir læra at skilja talað og skrivað spanskt, og soleiðis at
teir fáa málslig amboð til munnliga og skrivliga at málbera seg á
einum einføldum máli um teir lisnu tekstirnar og evnini.
2.3. Skrivliga
arbeiðið skal stuðla tí munnliga málburðinum og skal málsligt og
innihaldsligt vera eitt náttúrlig framhald av dagliga arbeiðinum við
tekstunum. Tað skal hjálpa næmingunum at skilja tann málsliga bygnaðin
í spanska málinum.
2.4. Arbeiðið
við tekstunum skal venja munnliga framsetingarevnið hjá næmingunum,
soleiðis at teir læra at greiða frá og viðgera evni, ið eru týðandi
fyri spanska og latínamerikanska metanarøkið.
2.5. Arbeiði við
edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa
tekstir um evnið, at brúka lærugreinasermerkt forrit, at leita í og
brúka dátagrunnar og samskifta við onnur lond um teleráðstevnu ella um
elektróniskan post.
2.6 Næmingarnir
fáa undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lisnar verða
í minsta lagi 170 normalsíður. Lesipensum verður sett saman av tekstum
úr Spania og Latínamerika. Tekstir, sum eru umsettir til spanskt úr
staðarbundnum málum í spanskttalandi økjum, kunnu vera partur av
lesipensum.
3.2 Ein partur
av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir
verða ymiskir lestrarhættir. Ymisk sløg av tekstum, herundir filmar,
ljóðbond og myndir skulu nýtast.
3.3 Lesipensum
kann verða minkað, um AV-tilfar, herundir edv-tilfar, verður nýtt,
soleiðis at ein pultstími við AV-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu,
tó í mesta lagi 30 normalsíður.
3.4 Skrivliga
arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga
heimaarbeiðið fevnir um 6 fríar uppgávur á 1-2 síður og 5 uppgávur á
0,5- 1 síðu. Tá ið skrivligu uppgávurnar verða latnar næmingunum aftur,
fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
Próvtøkan
4.1 Hildin
verður ein munnlig próvtøka ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og
einum ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 50 minuttir, og tá
eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða
próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið
fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60 normalsíður av
lesipensum, sum fevna um í minsta lagi 3 tekstir og temu. Ein tekstur
ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Einans
ótillagaðir tekstir mugu gevast upp. Tilfar frá byrjanarbókum kann
ikki vera partur av próvtøkupensum. Við tí uppgivna tilfarinum kann
fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
4.3 Sjálvlesandi
og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 120
normalsíður, sum fevna um í minsta lagi 5 tekstir og temu. Einans
ótillagaðir tekstir mugu gevast upp. Tilfar úr byrjanarbókum kann ikki
vera partur av próvtøkupensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í
mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja
gjøgnumgingið myndatilfar.
4.4 Í
fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks:
orðabøkur, mállærur, og aðrar handbøkur, sum próvtakarin hevur brúkt í
undirvísingini. Herafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum,
við orðalistum og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður úrtak av einum
størri lisnum teksti ella úr einum størri lisnum tema givið upp, skal
allur tann lisni teksturin ella tað lisna temaið vera til taks.
Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við til fyrireikingar. Til
tess at styðja framløguna, kann próvtakarin undir próvhoyringini hava
tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt
beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í dømingini.
4.5 Próvhoyrt
verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á 1,5
normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt. Síðani verður próvhoyrt í
einum broti úr uppgivnu tekstunum á 0,5 normalsíðu. Ólisni teksturin
skal hava regluteljing og skal hava ein stuttan inngang á føroyskum/donskum.
Í umsetingarpartinum kunnu upp í 5 - 6 orðatýðingar verða tilskilaðar.
Frásagnarparturin skal ongar orðatýðingar hava, um ikki talan er um
neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð. 1/3 normalsíða av ólisna
tekstinum verður umsett, helst frá byrjanini av tekstinum. Restin
verður í høvuðsheitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna
tekstabrotið verður lisið upp og verður brúkt sum støði undir eini
samtalu á sponskum. Um próvtakarin hevur ringan málførleika, skal
tekstainnlit próvtakarans móti próvhoyringarloki kannast á føroyskum.
4.6 Í dømingini
av málførleikanum verður størri dentur lagdur á, hvussu flótandi og
natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn um allir staklutir eru
rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga fram
týdningarmiklar partar av tekstinum. Ein møgulig dýpandi viðmerking á
føroyskum verður mett eftir innihaldinum og kann telja positivt í
dømingini.
5. Givið verður
1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við
støði í eini heildarmeting.
Hástig
Endamálið
6. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir framhaldandi
menna teirra munnliga málburð, teirra fatan av talaðum sponskum
umframt evnini at lesa og skilja spanskar tekstir. Miðað verður
ímóti, at næmingarnir menna evni teirra at málbera seg munnliga á
einum flótandi og einføldum máli, |
|
b) |
at næmingarnir gerast førir
fyri at málbera seg skrivliga á sponskum á einum einføldum máli og
|
|
c) |
at næmingarnir í arbeiðinum
við tekstunum dýpa teirra kunnleika til týðandi partar av søgu og
mentan í Spania og Latínamerika. |
Undirvísingin
7.1
Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa
møguleika at arbeiða við týðandi pørtum av spanskari og
latínamerikanskari mentan, bæði úr søguligum og nútíðarligum
sjónarhorni.
7.2 Næmingarnir
skulu venjast at lesa tekstir av ymsum slagi, samtíðis sum krøvini til
tekstalestur, breiða málsliga vitan og mentanarligt innlit økist so
við og við.
7.3 Við støði í
tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfari og mállæru, soleiðis
at næmingarnir læra at málbera seg flótandi og nøkulunda rætt um teir
lisnu tekstirnar og evnini. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram
á sponskum.
7.4 Skrivligi
málburður næminganna verður so við og við mentur, soleiðis at teir
læra at málbera seg neyvt og á einum einføldum máli. Arbeitt verður
miðvíst við skrivligum uppgávum frá skúlaársbyrjan. Ein týðandi partur
av skrivliga arbeiðinum skal taka støði í teimum tekstum, sum arbeitt
verður við. Í góðari tíð skulu næmingarnir arbeiða við uppgávusløgunum,
teir fáa til skrivligu próvtøkuna.
7.5 Í arbeiðinum
við tekstunum skulu evni næminganna at málbera seg munnliga venjast,
so teir læra at greiða frá, viðgera og tulka evni, sum eru av týdningi
fyri mentanarøkið hjá tí spanska og tí latínamerikanska heiminum.
7.6 Arbeiði við
edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa
tekstir um evnið, at brúka lærugreinasermerkt forrit, at leita í og
brúka dátagrunnar og samskifta við onnur lond sum teleráðstevnu ella
um elektróniskan post.
7.7 Næmingarnir
fáa undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum,
herundir sponsk - sponsk orðabók og aðrar handbøkur.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Lisnar verða
í minsta lagi 150 normalsíður. Lesipensum verður sett saman av
ótillagaðum tekstum úr Spania og Latínamerika. Tekstir, sum eru
umsettir til spanskt frá staðbundnum málum í spanskttalandi økjum,
kunnu vera partur av lesipensum.
8.2 Ein partur
av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir
verða ymiskir lesihættir. Undirvísingin skal byggja á ótillagaðar
tekstir, við uppískoyti av t.d. filmum, ljóðbondum og myndum.
8.3 Lesipensum
kann verða minkað, um arbeitt verður við AV-tilfari, herundir
edv-tilfar, soleiðis at ein pultstími við AV-undirvísing svarar til
1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 20 normalsíður.
8.4 Skrivliga
arbeiðið fer lutvíst fram heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga
heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar uppgávur á 2-3 síður og 15 uppgávur á
0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur,
fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
Høvuðsuppgávan
9.1 Evnið á
uppgávuni og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmarnar hjá
lærugreinini.
9.2
Høvuðsbókmentirnar, sum fevna um uml. 50 síður, verða lisnar á
sponskum. Á tittulblaðnum verður víst á høvuðsbókmentirnar. Sitat
verða tikin haðani og verða skrivað á sponskum. Í arbeiðinum við
økinum, sum uppgávan byggir á, kann sum ískoyti brúkast tilfar á
føroyskum ella øðrum málum. Verður sum ein lítil partur mynda- og
bandatilfar brúkt sum partur av høvuðsbókmentunum, skal tað vera til
taks við dømingina av svarinum. Høvuðsbókmentirnar kunnu ikki vera
partur av lesipensum hjá valbólkinum.
9.3 Uppgávan
verður vanliga skrivað á føroyskum. Dugir næmingurin betur spanskt enn
føroyskt, kann uppgávan kortini skrivast á sponskum. Verður hon
skrivað á sponskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á
sponskum. At uppgávan er skrivað á sponskum, verður ikki í sjálvum sær
roknað sum ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
10. Hildin
verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
11.1 Munnliga
próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti.
Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman,
íroknað próvdøming.
11.2 Næmingar,
ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 70 normalsíður,
sum fevna um í minsta lagi 4 tekstir og temu. Tilfar lisið á kravdum
stigi kann ikki vera partur av pensum. Ein tekstur ella eitt
tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Við tí uppgivna
tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
11.3
Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum,
geva upp 140 normalsíður, sum fevna um í minsta lagi 5 tekstir og temu.
Tekstir lisnir á kravdum stigi kann ikki vera partur av pensum. Ein
tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við
tí uppgivna tilfarinum kann fylgja myndatilfar.
11.4 Í
fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks:
orðabøkur, mállærur og aðrar handbøkur, sum próvtakarin hevur brúkt í
undirvísingini. Herafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum,
við orðalistum og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður givið upp eitt
úrtak av einum størri, lisnum teksti ella úr einum størri, lisnum
tema, skal allur tann lisni teksturin ella alt tað lisna temaið vera
til taks. Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við til
fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna, kann próvtakarin undir
próvhoyringini hava tær uppskriftir, hann hevur gjørt í
fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur
ikki positivt við í dømingini.
11.5 Próvhoyrt
verður í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum próvdómarin
hevur valt og 0,5 normalsíðu úr lisna pensum. Ólisni teksturin skal
hava regluteljing, og hann skal hava ein inngang á føroyskum/donskum.
Í umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6 orðatýðingar verða tilskilaðar.
Frásagnarparturin skal ongar orðatýðingar hava, um ikki talan er um
neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð. 1/3 normalsíða av ólisna
tekstinum verður umsett, helst frá byrjanini í tekstinum. Restin
verður í høvuðsheitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna
tekstabrotið verður lisið upp og brúkt sum støði undir eini samtalu á
sponskum. Í samtaluni verður greitt frá innihaldinum í tekstinum, sum
verður sett í eitt teksttematiskt, mentanarligt ella søguligt høpi.
11.6 Í dømingini
av málførleikanum skal størri dentur verða lagdur á, hvussu flótandi
og natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn á, um allir staklutir
eru rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga
fram og greina týðandi partar av tekstinum.
12. Givið verður
1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við
støði í einari heildarmeting.
13.1 Skrivliga
próvtøkan varir 4 tímar. Próvtakararnir fáa útflýggjað ein
nútíðarprosatekst á sponskum á 1,5 - 2 normalsíður, møguliga við
ískoyti av myndatilfari. Próvtakarin skal umseta úr føroyskum/donskum
til spanskt og í fríari skrivligari frásøgn svara spurningum, ið eru
knýttir at tí útflýggjaða tekstinum.
13.2
2) (Strikað).
14. Givið verður
1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við
støði í hesum:
|
a) |
Umseting: Dentur verður lagdur
á, at próvtakarin dugir grundleggjandi formlæru (morfologi) og
setningsbygnað (syntaks) eins og týðandi orðatilfar. |
|
b) |
Tekstfatan: Dentur verður
lagdur á, at teksturin sum heild er skiltur, og at evnið verður
lýst við greiðum dømum úr spanska tekstinum. Tað telur positivt,
um próvtakarin kemur við sjálvstøðugum niðurstøðum, ið byggja á
tekstin. |
|
c) |
Fría uppgávan: Dentur verður
lagdur á, at próvtakarin kann skipa og greitt seta fram eitt
innihald og málbera seg á flótandi og einføldum sponskum máli.
Spanskt
Spanskt byrjanarmál
Vallærugrein
Endamálið
1.
Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir verða førir
fyri at lesa og skilja eyðskiltar spanskar tekstir, |
|
b) |
at næmingarnir venjast í
munnligum málfimi og fatan av talaðum sponskum, og |
|
c) |
at næmingarnir gjøgnum
arbeiðið við tekstunum fáa kunnleika til mentanarviðurskifti í
Spania og Latínamerika. |
Undirvísingin
2.1
Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa
eina málsliga vitan og eitt mentanarligt innlit, sum eisini í
longdini kann vera teimum at gagni.
2.2
Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfar og
mállæru, soleiðis at næmingarnir læra at skilja talað og skrivað
spanskt, og soleiðis at teir fáa málslig amboð til munnliga og
skrivliga at málbera seg á einum einføldum máli um teir lisnu
tekstirnar og evnini.
2.3
Tað skrivliga arbeiðið skal stuðla tí munnliga málburðinum og skal
málsliga og innihaldsliga vera eitt natúrligt framhald av dagliga
arbeiðinum við tekstunum. Tað skal hjálpa næmingunum at skilja
tann málsliga bygnaðin í tí spanska málinum.
2.4
Arbeiðið við tekstunum skal venja munnligu framsetingarevnini hjá
næmingunum, soleiðis at teir læra at greiða frá og viðgera evni,
ið eru týðandi fyri spanska og latínamerikanska metanarøkið.
2.5
Teld er partur av undirvísingini.
2.6
Næmingarnir fáa undirvísing í skilagóðum brúki av orðabókum og
øðrum hjálparmiðlum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1
Lisnar verða í minsta lagi 120 normalsíður umfarmt byrjanartilfar,
sum í vavi er umleið 50 síður. Lesipensum verður sett saman av
tekstum úr Spania og Latínamerika. Tekstir, sum eru umsettir til
spanskt úr staðbundnum máli í spanskttalandi øki, kunnu vera
partur av lesipensum.
3.2
Ein partur av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga,
og brúktir verða ymiskir lestrarhættir. Ymisk sløg av tekstum,
herundir filmar, ljóðbond og myndir skulu nýtast.
3.3
Lesipensum kann fevna um arbeiði við av-tilfari, heruppií
edv-tilfar, í í mesta lagi 20 pultstímar, soleiðis at ein
pultstími við av-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta
lagi 30 normalsíður.
3.4
Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum.
Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 6 fríar uppgávur á 1-2 síður og
5 uppgávur á 0,5-1 síðu.
3.5
Í sambandi við skrivliga arbeiðið, og tá ið skrivligu uppgávurnar
verða latnar næmingunum aftur, fáa næmingarnir vegleiðing bæði í
felag og einsæris.
Høvuðsuppgávan
4.1
Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmarnar
í lærugreinini.
4.2
Høvuðsbókmentirnar, sum fevna um umleið 30 síður, verða lisnar á
sponskum. Sitat, sum verða tikin haðani, verða skrivað á sponskum.
Á tittulblaðnum verður víst á høvuðsbókmentir, sum hava verið
brúktar. Í arbeiðinum við økinum, sum uppgávan byggir á, kann sum
ískoyti brúkast tilfar á føroyskum ella øðrum málum. Verður mynda-
og bandatilfar brúkt sum ein lítil partur av høvuðsbókmentunum,
skal tað vera til taks við dømingina av svarinum.
Høvuðsbókmentirnar kunnu ikki vera partur av lesipensum hjá
valbólkinum.
4.3
Uppgávan verður vanliga skrivað á føroyskum. Dugir næmingurin
betur spanskt enn føroyskt, kann uppgávan kortini skrivast á
sponskum. Verður hon skrivað á sponskum, skal eisini økið og
uppgávuheitið orðast á sponskum. At uppgávan er skrivað á sponskum,
verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
5.1
Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í
einum lisnum og einum ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið
50 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað.
2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
5.2
Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60
normalsíður av lesipensum, býttar yvir í minsta lagi 3 tekstir og
temu. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25
normalsíður. Einans ótillagaður tekstur má gevast upp. Tilfar frá
byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Við tí
uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
5.3
Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum
treytum, geva upp 120 normalsíður, býttar yvir í minsta lagi 5
tekstir og temu. Einans ótillagaðir tekstir mugu gevast upp.
Tilfar frá byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum.
Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40
normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja myndatilfar.
5.4
Í fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks:
orðabøkur, mállærur og aðrar handbøkur, sum próvtakarin hevur
brúkt í undirvísingini. Harafturat koma rein eintøk av øllum
uppgivnum tekstum, við orðalistum og viðmerkingum, sum hoyra til.
Verður úrtak av einum størri, lisnum teksti ella úr einum størri,
lisnum tema givið upp, skal allur tann lisni teksturin ella alt
tað lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava egnar
uppskriftir við til fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna
kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann
hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur telur ikki positivt í dømingini.
5.5
Próvhoyrt verður í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum
próvdómarin hevur valt, og í 0,5 normalsíðu úr lisnum pensum.
Ólisni teksturin skal hava regluteljing, og hann skal hava ein
inngang á føroyskum/donskum. Í umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6
orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar
orðatýðingar hava, um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar
ella sermerkt orð.
5.6
1/3 normalsíða av ólisna tekstinum verður umsett, helst frá
byrjanini í tekstinum. Restina verður í høvuðsheitum tikið saman
um á føroyskum. Tað lisna tekstabrotið verður lisið upp og verður
brúkt sum støði undir eini samtalu á sponskum. Í samtaluni verður
tekstainnihaldið dýpað. Um próvtakarin hevur ringan málførleika,
skal tekstinnlit próvtakarans móti próvhoyringarloki kannast á
føroyskum.
5.7
Í dømingini av málførleikanum verður størri dentur lagdur á,
hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn um
allir staklutir eru rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at
próvtakarin kann draga fram týdningarmiklar partar av tekstinum.
Ein møgulig dýpandi viðmerking á føroyskum verður mett eftir
innihaldi sínum og kann telja positivt í dømingini.
6.
Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið
verður givið við støði í eini heildarmeting.
Hástig
7. Undirvísing og próvtøka í
lærugreinini á hástigi fara fram sambært reglunum í kunngerð um
studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðin).
|
|
|