Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 Hoyvík
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 í viku 13






Skúlin 
Tænastur 
Próvtøkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar næmingar 
Vegleiðingar 
Lærugreinar 
Tíðindi 
Skúlaárið 2015/2016 
Skúlaárið 2014/2015 
Skúlaárið 2013/2014 
Gomul tíðindi 
Slóðir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
 Skúlaárið 2014/2015
...
(les meira)



 Skúlaárið 2013/2014
...
(les meira)



Heilsan úr Bolivia

Mitt í Bolivia er Merkið vundið í húnar hátt. Ikki er ein sendistova í økinum. Ikki er tað uttan fyri onkra altjóða skrivstovu av einum hvørjum slag. Ikki búgva føroyingar í økinum. Kortini, frammanfyri ein stóran vegg við áskriftini TAEPO hongur Merkið vundið á fulla stong.

Vit eru í Cochis, skamt uttan fyri Sucre í Bolivia. 25 ár eru liðin, síðani føroysk skúlabørn samlaðu pening saman til at byggja ein tekniskan skúla í Bolivia. Í 25 ár hevur skúlin, TAEPO, bygdur við føroyskum stuðuli, viðlíkahildin av føroyskari fígging, givið hundraðvís av bolivianskum børnum møguleikan at fáa eina verkliga útbúgving.

Í ár hava fyristøðufólk á skúlanum sent føroyskum umboðum eina heilsu og tøkk at bera víðari til øll teirra, sum hava verið við í arbeiðnum.


(les meira)



 Kvøldseta í Hoydølum
Hóskvøldið 5. desember verður kvøldseta á studentaskúlanum í Hoydølum. Tónleikur, myndlist, leiklist og miðlafrøði – tær skapandi lærugreinirnar – standa fyri tiltakinum.
(les meira)



 RÚTMISKA KÓRIÐ Í HOYDØLUM

NÚ BYRJAR KÓRÁRIÐ 2013-14 

TÓNLEIKAHÚSIÐ, STOVA 46:
Mikudag 11. september kl. 19.00


(les meira)



 Nýggj parkeringsskipan í Hoydølum

Tíðindaskriv 19. august 2013

Nú komandi skúlaár byrjar, verður nýggj parkeringsskipan sett í verk í Hoydølum, sum hevur til endamáls at tryggja atkomumøguleikarnar við skúlan. Hetta verður gjørt við at merkja upp eina parkeringssonu frá Sanatoriivegnum við íbindingina til Hvítanesvegin og oman til endan avskúlans øki.


(les meira)



 Kreativu daganir
Hósdagur og fríggjadagur 22. og 23. august 2013 fyri 1.s og 1.hf
(les meira)



 Nýggjar flokkar 2013/2014


(les meira)



 1. skúladagur 2013
Vónandi hava tit havt eitt gott summar. Nú er at bretta upp ermar og við góðum treysti byrja uppá nakað nýtt. Sum øllum kunnugt, verða nógvar broytingar settar í verk komandi skúlaár.
(les meira)



 Prógvhandan
Hósdagin 27. juni 2013 var prógvhandanin hildin uppi í ítróttarhøllini á Hálsi.
(les meira)



 Flokkur fyri næmingar við Asperger
Skúlin er saman við øðrum almennum stovnum farin undir fyrireikingar at stovna ein flokk fyri næmingar við autismu/Asperger í august 2013.
(les meira)



Rektarin takkar fyri seg

(les meira)



1. pisan úr Hoydølum 2013
Oda Kjartansdóttir Strøm er 1. pisan úr Hoydølum 2013. Skúlin ynskir henni hjartaliga tillukku.
(les meira)



Seinasti undirvísingadagur
Í dag er seinasti skúladagur í Hoydølum, vit hátíðarhildu dagin við morgundrekka til øll, kabarett og fráboðan um próvtøkur.
(les meira)



Open Class English Exhibition
Týsdagin 7. mai hevði 12 r ‘opið’ hús saman við ensktlærara sínum Sóleyð Wang Jacobsen. Tey høvdu framsýning í stovu 58.
(les meira)



Várkvøldsetan 2013
Í ár var várkvøldsetan 2. mai við myndlist og tónleiki  á skránni. Í gongini var myndaframsýning hjá miðstigsflokkinum hjá Kinnu Poulsen, og 12 u hevði kaffi- og køkusølu til at seta hugnaligan dám á kvøldið. Frásøgufólk var rektarin, og áhoyrararnir fingu gleði av onkrum eyka viðmerkingum um løg og hitt.

(les meira)



 Í Hoydølum 2. mai 2013
Eina kavamynd
(les meira)



 Umsøkjaratalið til Hoydalar sett met einaferð enn
Tað tykist ikki sum trongar umstøður og ivasamt inniumhvørvi heldur ungdóminum frá at leita sær miðnámsútbúgving í Hoydølum.
(les meira)



 Breytir á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði
Tær næmingarnir, ið byrja skúlagongdina komandi heyst, skulu ganga eftir nýggju miðnámsskúlaskipanini. Allir næmingar í framhaldsdeild fókaskúlans eiga nú at hava fingið eitt kunningarhefti um nýggju skipanina.
(les meira)



 Prógvhandan
Røða rektarans við prógvhandanina tann 28. juni 2012 í Ítróttar- og Samkomuhøllini á Hálsi.
(les meira)



 Síðsta undirvísingardagur
19. mai 2010
Skúlin skipar fyri útferð seinasta undirvísingardag. Farið verður kl. 9.00. Hvaðani verður lýst seinni. Vit eru aftur uml. kl. 14. Allir upplýsingar um ársroyndir og próvtøkur verða kunngjørdir kl. 15.
(les meira)



  Næmingakabarett
11. mai 2010
Næmingar úr 2.hf og 3.s hava árligu kabarettina. Spælt verður 2 ferðir. Kl. 10 (2.hf og 3.s) og 10.45 (1.hf, 1.s og 2.s).



 Kunning um útbúgvingar

4. mai 2010
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum kunnar um lestur í jarð- og havfrøði, lívfrøði og KT-verkfrøði í forhøllini kl. 9.40 - 10.00 og kl. 11.30 - 12.00




 Kvøldseta við tónleiki o.ø.
hóskvøldið 22/4-10 kl. 20.
Næmingar og tónleikabólkar á Studentaskúlanum í Hoydølum framføra fjølbroyttan tónleik. Hástigsnæmingar úr Studentaskúlanum í Kambsdali koma at vitja og framføra eisini nøkur løg. Umframt tónleik verður eisini myndlistaframsýning, og ein stuttfilmur verður vístur.
(les meira)



 Málrøktarvirðislønin 2010
handan í auluni í Studentaskúlanum í Hoydølum á Degi málsins tann 25. mars kl. 09.30.
(les meira)



Næmingaarbeiðsdagur fyri Bolivia

UM BOLIVIA HJÁLP
Studentaskúlin í Hoydølum hevur í fleiri ár verið limur av danska hjálparfelagsskapinum Operation Dagsværk, sum stuðlar menningarlondum við skúla og útbúgving.
Men í ár royna vit nýggjar leiðir, og hava valt at stovna ein føroyskan hjálparfelagsskap. Fyribils hevur Bolivia Hjálp bert eina verkætlan, nevniliga handverksskúlin TAEPO í Cochis,  og ætlanin er, at henda verkætlan skal halda fram, til skúlin er komin á føtur aftur. Um hetta eydnast, er ætlanin at fara til onnur lond.


(les meira)



 Evnisdagar - Darwin
Verður lýst seinni...



 Várkvøldseta

hóskvøldið 30. apríl 2009 kl. 19.00.

Næmingar og lærarar framføra tónleik og sjónleik. Eisini verður myndlistaframsýning. Høvi verður at keypa okkurt leskiligt í kaféini. Tiltakið verður í samkomuhøllini og kostar 30 kr.

Øll eru vælkomin.



 Fyrilestrar og støddfrøðifelag

Til lærarar í støddfrøði.

Mikudagin 15. apríl 2009 verður skipað fyri einum fundi í samkomuhøllini í Studentaskúlanum í Hoydølum.

Endamálið er at skipa eitt felag fyri støddfrøðilærarar og onnur, ið starvast við støddfrøði.


(les meira)



 Hair

Nú gongur aftur ein sangleikur hjá Rútmiska kórinum í Hoydølum fyri fullum húsum í Norðurlandahúsinum.  Hetta er fjórði sangleikurin, ið kórið setir upp, síðani 2002.  Teir undanfarnu vóru Godspell, Jósef og dreymakotið og seinast FAME.  Undan hesum fýra setti Føroya Studentaskúli og HF-skeið upp sangleikin SKEYK í samstarvi við Norðurlandahúsið, tá skúlin fylti 60 ár í 1997.  Hugskotið til sangleikirnar spratt úr einum samstarvi millum listarligu lærugreinirnar á skúlanum.  Ein av hornasteinunum í øllum uppsetingunum hevur verið eitt samstarv við Tórshavnar Musikkskúla, sum hevur verið við til at lyft uppsetingarnar upp á eitt hægri tónlistarligt støði.

Undanfarin ár hava tað verið næmingar í Hoydølum, sum hava tikið lut í framførslunum, men í ár er samstarvið víðkað.  Tekniski Skúli í Havn er við sum ein beinleiðis samstarvspartur og næmingar á ymsu deildum skúlans hava tikið virknan lut í fleiri pørtum av uppsetingini: bygging av palli, el-tøkni, hár og smyrsl, umframt at næmingar á Tekniska Skúla eisini eru við á pallinum.  Harumframt luttaka næmingar frá Handilsskúlanum í Havn og av Studentaskúlanum á Kambsdali sum tónleikarar og sangarar.


(les meira)



Evnisvika um veðurlagsbroytingar
10.-14. november høvdu vit evnisviku um veðurlagsbroytingar. Mánadag til mikudag arbeiddi næmingarnir saman við lærarum sínum. Hósdagin og fríggjadagin arbeiddu næmingarnir sjálvstøðugt við at framleiða eitt ítøkiligt úrslit.
(les meira)



 Sjúkravárroynd

Í samkomuhøllini. Øll møta kl. 08.15




Mál- og avriksstýring

Sum tað kann lesast niðanfyri, er ætlanin hjá landsstýrinum at seta í verk mál- og avriksstýring fyri tað almenna eftir nøkulunda somu meginreglum, sum í hinum norðanlondunum.

Í hesum sambandi hevur MMR gjørt av at velja út nakrar skúlar og stovnar at royndarkoyra ætlanirnar hjá landsstýrinum. Føroya Studentaskúli og HF-skeið er í hesum sambandi valdur sum royndarskúli innan vinnu og miðnámsskúlaøki.

Ætlanin verður ikki framd í verki fyrr enn í komandi fíggjarári, men fyri at leiðsla skúlans skal verða so væl fyrireika sum gjørligt, tá ið ætlanin verður sett í verk, er leiðslan kunnað um hesa ætlan í góðari tíð.


(les meira)



FAME - The Musical
Sangleikurin  ”FAME – The Musical” verður frumframsýndur í Norðurlandahúsinum 17. november 2006.

Fyri tveimum árum síðani stóð sangleikurin Jósef á skránni. Hetta var ein tann størsta og mest væleydnaða sjónleika- og tónleikaframførslan nakrantíð í Føroyum. Hesa ferð verður tað ein ikki minni navnframur sangleikur, sum farið verður undir. Í november mánað í ár fara studentaskúlanæmingar úr Hoydølum at framføra sangleikin Fame í Norðurlandahúsinum.

(les meira)



 Í Óðamansgarði

Nú Tjóðpallur Føroya fer at framføra operuna "Í Óðamansgarði" í oktober-mánað, hava fleiri flokkar á skúlanum tikið evni við í ymisk verkætlanararbeiði. Í hesum sambandi  verður skipað fyri felagstíma fyri hesar flokkar 27.september við hesu skrá:

Gunnar Hoydal heldur fyrilestur um William Heinesen
Dánjal Hoydal og Gunnvá Zachariassen, umboð fyri Tjóðpall Føroya greiða frá operuni

í 2.blokki: kl. 10:00 - 11:30 møta:

          05p, 05q, 06a, 06b, 06ð, 06e og 06u og

í 3.blokki: kl. 12:00 - 13:30 møta:

          04b, 04ð, 04e, 04y, 04z, 05a, 05b, 05ð og 05u

meira um operuna her




Psykiatribussurin

Í sambandi við eitt átak hjá Psykiatrifonden í Danmark at kunna næmingar í eldru flokkunum í fólkaskúlanum og  næmingum í miðnámsskúlunum í Danmark um sálarligar sjúkur, at fáa fólk at tosa um sálarligar sjúkur og vísa á stuðul og viðgerðartilboð, leggja tey aftur í ár eisini leiðina til Føroyar.

26.september stendur psykiatribussurin í túninum har fyrst og fremst næmingar, ið hava valt sálarfrøði sum vallærugrein fáa undirvísing. Tað verður í 1. , 2. og 3.blokki.
Í 4.blokki verða tað fyrst og fremst fyri lestrarvegleiðarar og aðrar áhugaðar lærarar.

sí annars www.psykiatrifonden.dk og www.tabu.dk

 




 Próvtøkuótti

Eins og undanfarin ár fara lestrarvegleiðarnir Elisabeth Holm og Bjørg Róin at skipa fyri intensivum skeiði í fyribyrging av próvtøkuótta.
Skeiðið verður fríggjadagin 19.mai frá kl. 10.00 til kl. 15.00 í stovu 19.
Skeiðið er ætlað næmingum, ið eru serliga bangnir til próvtøkuna.
Øll, ið halda seg hava tørv á einum tílíkum skeiði, verða biðin um at melda seg til antin á skrivstovuni ella á lestrarvegleiðingini.
Tilmeldingarfreistin er 5. mai kl. 14.00.



 M.A. fyrilestur

Fríggjadagin 24.februar kl. 14:00 heldur Sólvá Jónsdóttir, lærari í føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, M.A. fyrilestur á Føroyamálsdeildini um "Paradigmiskiftið í gransking av málsligari variatión".




 Lærarar á námsferð

(les meira)



Kvøldseta 9.desembur

Tiltakið verður fríggjakvøldið 9.desembur frá kl. 19.00 - 23.00 í samkomuhøllini í Hoydølum.
Framførd verða nógv ymisk sløg av tónleiki.
Kórið, flokkar, tónleikabólkar og einstaklingar framføra.
Leiklistnæmingar fara eisini at framføra brot úr einum sjónleiki.
Kórið skipar fyri Café'ini.

Tiltakið er fyri næmingum, starvsfólki, familju og vinum
Kostnaður er 30 kr.


(les meira)



OD-dagur 2.november

Eins og undanfarin ár fara næmingar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði eins og næmingar á flestu studentaskúlunum í Danmark at gera ymiskt fyrifallandi arbeiði fyri at vinna nøkur oyru til fólk í triðja heiminum, ið av ymsum orsøkum treingja til fíggjarligan styrk.
Í ár fer peningurin til at stuðla børnum í Kirgistan, ið av vánaligum fíggjarligum ávum eru noydd at arbeiða, heldur enn at ganga í skúla.

Seinasta ár kláraðu næmingar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði at arbeiða fyri 135.311,00 kr.
Árið fyri kláraðu næmingar at arbeiða fyri 132.744,00 kr.

Væntandi klára næmingarnir í ár at arbeiða fyri eini enn størri upphædd.

Annars ber til at lesa meiri um tiltakið á heimasíðunum www.od.dk og www.ms.dk




Markleys Útbúgving 2005 - 2006

Við herrópinum - Slepp Streyminum - Fylg Dreyminum -  skipa LV-felagið, MFS, MMR og ASK aftur í ár fyri útbúgvingardøgum har næmingar í 2.hf, 3.s og onnur ung, ið ætla at fara undir víðari útbúgving, kunnu fáa møguleika at hoyra og tosa við umboð fyri føroyskar og útlendskar útbúgvingarstovnar.

Í ár verður skipa fyri 4 døgum.

Fyrsta umfarið verður:

19. og 20.09.2005

Seinni umførini verða:

15. og 16.11.2005
11. og 12.01.2006 og
09. og 10.03.2006


(les meira)



 Nøgdur næmingur

12.september 2005 fekk skúlin sendandi ein sang frá einum nøgdum næmingi, ið ynskir at vera ónevndur. Hann hevur yrkt sangin 23.juni 2005, sum eina tøkk til skúlan fyri 3 sera góð ár.


(les meira)



Evnisvika

Í viku 35 verður evnisvika, har evnið verður - globalisering og vitanarsamfelagið

meira seinni




 PISA-undankanning

7.september skipar MMR fyri eini PISA-undankanning í samband við komandi PISA-kanningina.

Undankappingin verður gjørd fyri at royna allar mannagongdir í samband við tílíkar kanningar.

Meiri kann fáast at vita á www.pisa.oecd.org


(les meira)



Innleiðsluútferðir
Innleiðsluútferðirnar hjá 1.flokkunum verða í viku 35.
(les meira)



KT og námsfrøði

Mikudagin 24.august byrjaðu 21 lærarar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði eitt námsfrøðiligt KT-eftirútbúgvingarskeið. Doris Djurhuus var skeiðshaldari innleiðsludagin og eru Naina Jacobsen og Martha Dalsgaard verða vegleiðarar til 3 tær fyrstu uppgávurnar.
Íalt skulu latast inn 8 uppgávur, ið skulu viðgera ymisk evni tengd at undirvísingini, har KT verður drigið inn á ymiskan hátt.
Lærararnir koma í útbúgvingini at menna sínar førleikar at nýta KT í undirvísingini og at arbeiða bæði í toymum og tvørfakliga.

Tað mesta av skeiðinum fer fram umvegis internetið og stevnuskipanina FirstClass og skal verða liðugt um mánaðarskiftið apríl - mai 2006.




Aktivitetsdagur fyri 1.flokkarnar
19.08.2005 skipa lærararnir í krea-fakunum í samband við innleiðslunfyri fyri einum aktivtetsdegi fyri allar næmingarnar í 1.flokkunum.
(les meira)



Starvsfólkaútferð
meiri seinni



 Námsferðir várið 2005
Eins og undanfarin ár fara næmingarnir í 2.s aftur í ár námsferðir uttanlands.
(les meira)



 Brúgvasmíð
Hetta er liður í samstarvi millum framhaldsdeildirnar í fólkaskúlanum og miðnámsskúlarnar. Avtalan ber við sær, at næmingar í framhaldsdeildini kunnu eftir egnum ynski fylgja undirvísingini í einum miðnámsskúla 2 - 4 dagar.

Mikudagin 2.mars byrjaðu 3 næmingar - Diana Davidsen, Isabella Næs og Hanna-Mai Tausen - úr Miðvágs-Sandavágs skúla í 04ð.



MÚ - Markleys Útbúgving 2005

Aftur í ár skipa LV-felagið, MFS, MMR og ASK fyri útbúgvingardøgum - ein á Kambsdali og ein í Hoydølum, har næmingar í 2.hf, 3.s og onnur ung, ið ætla at fara undir víðari útbúgving, kunnu fáa møguleika at hoyra og tosa við umboð fyri føroyskar og útlendskar útbúgvingarstovnar.

Dagurin í Hoydølum verður 27.01.2005.


(les meira)



 Felagstími

Mánadagin 24.01.2005 kemur Amnesty International Føroya deild á skúlan at kunna um virksemi sítt. Felagstímin er av plássorsøkum í tveimum.

kl. 10.00-10.45          1. og 2.s

kl. 12.45-13.30          3.s og hf

Skráin verður:

  1. Arbeiði hjá AI
  2. Deyðarevsing
  3. Átakið "Steðgið harðskapi móti kvinnum!"
  4. Limaskapur á AI youth-bólki

Margreta Nónklett og Annika Sølvará luttaka fyri  AI, meðan Nanna Jurgens, næmingur á skúlanum, umboðar bólk á skúlanum, ið hevur sett sær fyri at við mannarættindum.




 Foreldrakvøld um várið

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri foreldrakvøldið fyri foreldrum at næmingum í 1.s. Mikukvøldið 19.01.2005 er fyri støddfrøðiligu deild og mikukvøldið 26.01.2005 fyri málsligu deild.
Skráin er eins fyri bæði kvøldini: Fyrst greiða lestrarvegleiðararnir alment frá lærugreinavalinum, sum næmingarnir skulu gera áðrenn 17.02.2005. Aftaná er møguleiki hjá foreldrum at fáa eitt prát við avvarandi lærararar um leyst og fast.




 Lærugreinakunning
Mikudagin 12.01.2005 verður skipað fyri kunning um tær lærugreinir 1.hf, 1.s og 2.s ikki hava í løtuni. Tað verða tríggjar rundir. Byrjað verður kl. 10 við fyrstu rundi, ið varar 20 minuttir, kl. 10.25 byrjar onnur runda o.s.fr., hetta fyri at næmingar kunnu náa at fáa kunning í 3 ymiskum lærugreinum.



 Georg Mohr kappingin

Týsdagin 11.01.2005 verður skipað fyri eini millumtjóða kapping í støddfrøði fyri næmingum á miðnámsskúlunum.

Úr Hoydølum fara umleið 30 næmingar at luttaka.

Meiri er at lesa á www.imf.au.dk/georg-mohr




 Fysikolympiade 2005

Týsdagin 07.01.2005 verður skipað fyri eini millumtjóða kapping í alisfrøði fyri næmingum á miðnámsskúlunum.

Úr Hoydølum fara umleið 10 næmingar at luttaka.

Meiri er at lesa á www.birke-gym.dk/fysik




 Finskir skiftisnæmingar

(les meira)



Xplore kappingin 2004

Í døgunum 01. 03. desember varð aftur í ár skipað fyri oljukappingini Xplore, sum felagið Simprentis stendur fyri,  fyri at menna førleikan millum næmingar á føroysku miðmámsskúlunum.
Í ár gjørdist næmingar úr 03.z vinnarar.

Les meira á www.simprentis.com


(les meira)



Altjóða AIDS-dagur
Í samband við altjóða AIDS-dagin 1.desember verður skipað fyri felagstíma fyri næmingum í 1.hf og 1. og 2.s týsdagin 30.november.
(les meira)



Kvøldseta og konsert við café

Tiltakið verður fríggjakvøldið 26. novembur frá kl. 19.00 - 22.30 í samkomuhøllini í Hoydølum.
Framførd verða nógv ymisk sløg av tónleiki. Kórið, flokkar, tónleikabólkar og einstaklingar framføra.
Leiklistnæmingar fara eisini at framføra brot úr einum sjónleiki.
Kórið skipar fyri Café'ini.

Tiltakið verður fyri næmingum, lærarum, familju og vinfólki.
Kostnaður er 30 kr. Peningurin fer til viðlíkahald av ljóðførum o.t.




 Kunningarfundur um OD-2004
Fríggjadagin 24 september verður kunning og videosýning um OD-tiltakið 2004.
(les meira)



 Máldagur 9.september 2004

Í samband við innleiðsluskeiðið verður skipað fyri ein máldegi fyri allar 1.flokkarnar.


(les meira)



Kvøldseta við tónleiki og café
Fríggjakvøldið 14/5-04 kl. 19.30 verður tónleikur og upplestur á skránni í Hoydølum. Kórið, flokkar, tónleikabólkar og einstaklingar framføra.
(les meira)



Næmingar í leiklist framføra

Eins og undanfarin vár, fara næmingarnir í leiklist eisini í vár at framføra sjónleik.
Framførslurnar verða í samkomuhøllini 31. mars og 1. apríl bæði kvøldini kl. 19:30.


(les meira)



 Námsferðir várið 2004
Eins og undanfarin ár fara næmingarnir í 2.s aftur í ár námsferðir uttanlands.
(les meira)



 Felagstími um rúsevnir 23.03.2004

Umboð fyri løgregluna vilja við hjálp av eini power-point framførsluna koma í orðaskifti við næmingarnar um trupulleikar viðvíkjandi rúsevnum.

Felagstímin verður týsdagin 23. mars kl. 10 - 11.30


(les meira)



Rigsfællesskabet
Í døgunum 15.mars til 19.mars vitjaðu næmingar frá Vestre Borgerdyds HF-skeið næmingarnar í 03q í samband við eina verkætlanina "Rigsfællesskab - og hvad så?".
Lærararnir, ið eru við í hesu verkætlan, eru Erik Arge - geografi og Kaj Alstrup - danskt.
(les meira)



 4-oyggjaverkætlanin

Oyggjasamfeløgini Føroyar, Ísland, Áland og Grønland hava seinastu 2 árini gjørnum Norðurlandaráðið verið saman um eina verkætlan.


(les meira)



 Felagstími 10.03.2004
Næmingar frá Nordiska folkhøgskolan í Kungelv í Svøríki vitjaðu á skúlanum og høvdu framførslu fyri næmingunum mikudagin 10. mars kl. 10 -11.
(les meira)



Sangleikurin um Jósef og dreymakotið

Sangleikurin "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið" verður frumframførdur í Norðurlandahúsinum 9. mars. Les um leikin á www.hoydalar.fo/josef




 Løgtingtingsvalið 2004
Veljarafundur 19.januar.

Eins og undanfarin løgtingsval verður veljarafundurin í Hoydølum dagin fyri sjálvt valið.
(les meira)



Nótabókin til Songbók Føroya Fólks kemur týsdagin.

Í samband við at nótabókin LØG TIL SONGBÓK FØROYA FÓLKS verður givin út týsdagin 16.12.03 verður almenn framløga og felagssangur í samkomuhøllini á Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum týskvøldið kl. 19.00.


(les meira)



Veðurlagsbroytingar
Fríggjadagin 12.12.2003 helt Bogi Hansen fyrilestur í samkomuhøllini fyri øllum næmingum í 2.s og 2.hf. Geografi-lærararnir stílaðu fyri. Heilt fitt av øðrum áhugaðum sótu eisini og lurtaðu eftir áhugaverda fyrilestinum, sum vardi í 45 minnuttir.



Útbúgvingarstevnan Markleys Útbúgving 2003
MMR hevur sett eina arbeiðsbólk umboðandi MMR, LV-felagið, LFÚ-MFS og ASK at leggja til rættis eina útbúgvingarstevnu í Norðurlandahúsinum 5. og 6. desember 2003 kl. 10.00 - 17.00.
(les meira)



Leiklist framførir sjónleik
Eins og undanfarin ár framføra um heystið næmingarnir á valholdunum í leiklist nakrar stuttar leikir. Í ár er bert tað eina valholdið, og verður framførslan 3. desember kl. 19.00.
Ókeypis atgongd.
(les meira)



Yrkingakapping
Bókasavnið og næmingafelagið skipa fyri yrkingakapping millum næmingar skúlans. Freistin at lata yrking/ar inn er 1.desember 2003.
(les meira)



Kvøldseta við tónleiki, sangi og café.

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri kvøldsetu síðst í november  við tónleiki og øðrum á skránni. Kvøldseturnar plaga at vera væl vitjaðar, bæði av næmingum, vinfólkum, foreldrum og øðrum áhugaðum.

Talan verður um eina fjølbroytta skrá. Kórið syngur, flokkar og minni bólkar og einstaklingar framføra tónleik og nakrir av teimum rokk-bólkunum sum venja í Hoydølum luttaka.

Kvøldsetan verður 28 november kl. 20.00


(les meira)



Altjóða vikan 2003
Cirius í Danmark, sum er serligur vitanardepil innan altjóðagerð, skipar í ár fyri altjóða viku í døgunum 10. - 14.november.
(les meira)



Xplore oljukappingin 2003
Í døgunum 17. - 19. november verður aftur í ár skipað fyri kapping fyri at menna førleikan millum næmingar á føroysku miðmámsskúlunum. Oljufeløgini Eni og Føroya Kolvetni hava saman við Tøkni og Sansir ment spælið Xplore.
(les meira)



Skrivliga royndin hjá 2.hf
Vanliga hava hf-arar onga skrivliga roynd eins og studentarnir, áðrenn teir fara til endaligu próvtøkuna. Hetta hevur nervað hf-ararnar eitt sindur til próvtøkuna, serliga í dag, tá ið størsti parturin av næmingunum nýtir teldu til skrivligu próvtøkuna, samstundis sum ávíst samarbeiði krevst í t.d. donskum og føroyskum. Lærarar og/ella skúlin hava av og á í nøkur ár skipað fyri tílíkum royndum, og í fjør skipaði skúlin fyri skrivligari roynd í teimum lærugreinunum, ið eru próvtøkufak.

Aftur í ár verður henda skrivliga roynd við hesu raðfylgju:

mikudagin 12. november: danskur stílur
hósdagur 13. november: føroyskur stílur
fríggjadagur 14. november: enskur stílur




 Eykafrálæra í føroyskum

Á hvørjum ári fá vit næmingar, ið av ymiskum orsøkum ikki hava havt føroyskt í ein mun, ið svarar til ein vanligur næmingur hevur havt aftaná 9 ella 10 ár í fólkaskúlanum. Tørvur hevur sostatt verið øll hesi seinastu árini á eykafrálæru í føroyskum.
Onkrar royndir hava verið gjørdar at nøkta henda tørv uttan at ein varandi loysn er funnin.

Í ár verður so aftur gjørd ein roynd at hjálpa um hjá hesum næmingum. Mánadagin 10.november byrjar Birgit Remmel eitt nýtt skeið.




LR-fundur OD-dagin
Í sambandi við, at næmingarnir luttóku í tiltakinum OD-dagin, var LR-fundur mesta av degnum.
(les meira)



OD-dagurin 5. November
Eins og undanfarin ár fara næmingar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði eins og næmingar á flestu studentaskúlunum í Danmark at gera ymiskt fyrifallandi arbeiði fyri at vinna nøkur oyru til fólk í triðja heiminum, ið av ymsum orsøkum treingja til fíggjarligan styrk.
Í ár fer peningurin til at stuðla ungum gentum í Kambodia at fáa eina útbúgving, soleiðis at tær ikki enda í skøkjulevnaði.

Annars ber til at lesa meiri um tiltakið á heimasíðunum www.od.dk og www.ms.dk




HALLOWEEN

Fríggjadagin 31.oktober skipaði NF fyri einum tiltaki har næmingarnir skuldu "play tricks while wearing false faces and strange cloths".

Tíanverri vóru tað alt ov fá, eins og hesir báðir á myndini, ið tímdu at luttaka.




 Høvuðsuppgávan hjá 3.s
Næmingarnir í 3.s skulu skriva eina høvuðsuppgávu í eini av lærugreinunum danskt, føroyskt, søga ella í einum hástigsfaki. Uppgávan verður skrivað í vikuni undan jólum. Seinast í oktober-mánað skulu næmingarnir hava valt lærugrein.
(les meira)



Psykiatribussurin
Í døgunum 1. - 12.september 2003 vitjaði Psykiatrifondens børne- og unge projekt í Føroyum har tey kunnaðu ungum um psykiska vælveru og psykiska sjúka.
(les meira)



 Bókavarðaútbúgving

Skúlaárið 2002-2003 vóru Bergljót av Skarði og Hanne Jacobsen á skeiði fyri skúlabókavørðar. Tað var Danmarks Pædagogiske Universitet, sum skipaði fyri. Skeiðið varð hildið í Føroyum, og luttakarar vóru eini 30 fólk úr øllum landinum.


(les meira)



Kvøldseta við tónleiki, sangi og café.
Hóskvøldið 24. apríl kl. 20.00 verður kvøldseta í samkomuhøllini á Studentaskúlanum.
(les meira)



Várkonsertin verður týsdagin 1.apríl kl. 11.00
Várkonsertin er eitt tiltak fyri næmingar og lærarar á skúlanum. Konsertin verður tíðliga í ár, oftani hevur konsertin verið síðst í apríl ella fyrst í maj.
(Myndin vísir kórið undir framførslu á Kambsdali).
(les meira)



Næmingar í leiklist framføra sjónleik
Næmingarnir á leiklistholdunum fara aftur í vár at framføra nakrar stuttar leikir. Eins og í heyst verða tvær framførslur. Fyrra 26.mars og seinna 27.mars.
(les meira)



Framførsla á Studentaskúlanum á Kambsdali
Týsdagin 25/3-03 fara næmingar úr Hoydølum inn á Kambsdal at framføra tónleik.
(les meira)



Leiklist framførir sjónleik
Eins og undanfarin ár framføra um heystið næmingarnir á valholdunum í leiklist nakrar stuttar leikir. Í ár eru tvey valhold, og verða framførslurnar 3. og 4. desember.
(les meira)



Temadagur um sorg 29. november
Sorgbólkurin á skúlanum skipar fyri temadegi um sorg.
(les meira)



Kunning um Idrætshøjskolen í Sønderborg
Mikudagin 27. november verður kunnað um ítróttarháskúlan í Sønderborg.
(les meira)



Kvøldseta við tónleiki, sangi, upplestri og café.

Fríggjakvøldið 22. novembur verður tann árliga heyst-kvøldsetan í samkomuhøllini á Studentaskúlanum.
(les meira)



Felagstímar um AI 21. november
Umboð fyri Amnesty International heldur fyrilestur um píning.
(les meira)



Skrivlig roynd hjá 2.HF

(les meira)



35. evnafrøðiolympiadan í Athen 2003
20 november verður skipað fyri eini kapping í evnafrøði. 35 bestu næmingarnir í ríkisfelagsskapinum halda fram í nýggjari kapping í Keypmannahavn á HCØ vikuskifti 18-20. januar 2003.
les meira á heimasíðuni hjá kemi-dk



Xplore kappingin
Í viku 46 og 47 verður skipað fyri eini kapping fyri at menna førleikan millum næmingar á føroysku miðmámsskúlunum. Oljufeløgini Agip og Føroya Kolvetni hava saman við Tøkni og Sansir ment spælið Xplore.
(les meira)



OD-dagurin 6. November
Aftur í ár fara næmingar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði eins og næmingar á flestu studenta-skúlunum í Danmark at gera ymiskt fyrifallandi arbeiði fyri at vinna nøkur oyru til fólk í triðja heiminum, ið av ymsum orsøkum treingja til fíggjarligan styrk. Í ár fer peningurin til at byggja skúlar til børnini hjá sokallaðu skuldartrælunum í Nepal.
(les meira)



Pedagogiskur dagur 6. november
Í sambandi við, at næmingarnir taka lut í OD-degnum, skipar pedagogiska nevnd fyri einum pedagogiskum degi.
(les meira)



Felagstími 10. oktober um OD-dagin
Hósdagin 10. oktober í 3.tíma verða næmingar og lærarar kunnaðir um verkætlanina "Millum trældóm og frælsi" í Nepal.
(les meira)



Ítróttar- og mentanaðardagur 18. september



Godspell

Les um sangleikin Godspell , sum varð framførdur í marts 2002.



 links
her er eitt yvirlit yvir slóðir



 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624