Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 Hoyvík
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 í viku 13






Skúlin 
Tćnastur 
Próvtřkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar nćmingar 
Vegleiđingar 
Lćrugreinar 
Tíđindi 
Skúlaáriđ 2015/2016 
Skúlaáriđ 2014/2015 
Skúlaáriđ 2013/2014 
Gomul tíđindi 
Slóđir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
 Skúlaáriđ 2013/2014
...



zoom



 

Skúlaársendin 2014

Próvtřkurnar eru nú lidnar. Seinasti ársroyndardagur er mikudagin 25. juni.

Próvtřkuhandanin verđur í Hoyvíkshřllini hósdagin 26. juni kl. 13.00. Eftir handanina bjóđar skúlin ein drekkamunn niđri í Hoydřlum, međan floksmyndirnar verđa tiknar.

Pisurnar skipa fyri pisufundi í viđarlundini kl. 18.00

Skúlin ynskir řllum pisum hjartaliga tillukku og góđa summarferiu.

Řll střđu-, árs- og royndarmet verđa at síggja á intraneti skúlans hósdagin 26. juni kl. 11.30.

Skúlin takkar nćmingum og avvarđandi í 1. og 2. flokkunum fyri gott samstarv farna skúlaár, og ynskir tykkum góđa summarferiu. Vit síggjast aftur mánadagin 18. august.

Rektarin


zoom
Hugnalřta í Hoydřlum aftaná prógvhandanina.



Tímatalvur 2014/2015

Tímatalvurnar til komandi skúlaár eru at síggja her. Geviđ gćtur, at broytingar kunnu koma fyri.

 

Fyrsta pisan 2014

zoom

Ársins fyrsta pisa í Hoydřlum varđ klakt í dag. Tađ er Helena Allansdóttir Davidsen.
Vit ynskja Helenu tillukku og góđan byrđ framyvir.

 

 

 

 

Goethe Institut - Deutsch-Olympiade - Hoydalar

zoom

Mikudagur 7. mai. Í vár fingu nćmingar á okkara skúla á fyrsta sinni hřvi at luttaka í Deutsch-Olympiade, sum týski mentanarstovnurin Goethe Institut skipar fyri. Kappingin fer fram um allan heim, og tey luttakandi londini skipa sjálv fyri. Fřroyar og Grřnland eru saman viđ Danmark.  Nćmingarnir skulu loysa ymiskar uppgávur, sum snúgva seg um mállćru, orđatilfeingi, setningsbygnađ o.t.,harumframt eru ljóđupptřkur, sum tey skulu svara spurningum til.

Úr hvřrjum landi sleppur ein víđari til finaluna, sum verđur í Frankfurt í august. Umframt sjálva kappingina fáa nćmingarnir eitt uppihald í fjúrtan dagar viđ skeiđum, útferđum og řđrum upplivingum. Eisini bjóđar Goethe Institut lćrarar skeiđ samstundis.

Guđriđ Guđjónsson úr 12a og Anna Elisabet Christiansen úr 12đ klárađu seg so vćl, at tćr vórđu ávíkavist nr. 3 og nr. 4 í sínum bólki. Goethe Institut letur Trostprämien til nr. 2,3,4, og 5, men tćr eru tíverri ikki komnar fram enn.

 

zoom

Fríggjadagur 2. mai – Tá fólk komu í skúla fríggjamorgun, stóđ ein lastbilur og tók upp minst 6 parkeringspláss frammanfyri skúlan. Og í dřgurđasteđginum bleiv greitt hví: samstarvsnevndin hevđi aftur eitt “surprise” á skránni, nevniliga konsert viđ Finnur Koba úr Páll Finnur Páll. Hann undirhelt í góđveđrinum í hálvan tíma. Nćmingar og lćrarar fingu ókeypis sunkist og kaffi úr kantinuni. Nú er váriđ av rřttum komiđ niđan í dalin ;) 

 

LÝSING: Lćrarastřrv í Hoydřlum skúlaáriđ 2014-2015

Sí starvslýsingina her.

Eisini sřkja vit eftir orđblindnislćrarum. Sí starvslýsingina her.

 

 

zoom

Leiklist 

Fríggadagur 4. apríl. Miđstigsflokkurin í leiklist framfřrdi hesar leikir:

Vitjan á náttartíđ eftir Jane Anderson. Ein mađur vaknar av einum skoti. Konan vil bara sova víđari. Tankarnir fara at mala og knappliga gongur ein fremmandur ígjřgnum sovikamariđ. Hetta vekir nakađ ókent í manninum.

Mađurin eftir Ferenc Molnar. Tvćr sera ymiskar kvinnur stríđast um sama mann: ein ung, gift og naiv kvinna og ein tekkilig diva. Ella er alt bara ein misskiljing – er alt í veruleikanum pent, gott og normalt?

Emmusa ból og biti eftir Árna Ibsen. Knút er vaksin upp í gistingarhúsinum hjá Emmu, sum at kalla brúkar hann sum trćl. Tá eitt yuppie-par sunnanífrá kemur at vitja, blómar kćrleikin óvćntađ, og Knút fćr ein nýggjan kjans í lívinum. Men so má onkur yvirtaka hansara lív. Ouch!

Retrospekt. Leikararnir hava sjálvir skrivađ leikritiđ. Nřkur fólk fáa somu lívsbroytandi uppliving, tá eitt bankarán verđur framt. Men hvřrji eru hesi fólkini, og hvat kunnu umstřđur fáa vanlig menniskju til?

 

Vár í Hoydřlum

zoomzoom

Fríggjadagin 28. mars. Í farnu viku fingu vit ársins fyrstu várstrálir eftir langan og drúgvan vetur viđ skriđi og stormi av landsynningi og nógvum avfalli. Dalurin tóktist lata seg úr sínum vetrarbúna og anda djúpt inn ta fřgru, kláru várluftina. Fríggjadagin vóru hesar myndirnar tiknar av nćmingum og lćrarum, iđ ikki vildu sita inni í góđveđrinum, men nutu veđriđ og lřtuna viđ at flyta undirvísingina útum.

 

Stórt tiltak á Hálsi

zoom

Týsdagin 18. mars skipađi samstarvsnevnd skúlans fyri serligum tiltaki fyri allar nćmingar. Eingin visti av nřkrum, tá bođ komu um, at řll skuldu mřta í hřllini á Hálsi kl. 10.00. Á skránni var fyrlestur viđ Súna Poulsen, sum tosađi um hvussu ungdómar eiga at fyrihalda seg til ymiskar "trupulleikar", teir kunnu koma út fyri. Síđani var rokktónleikur á skránni, viđ bólkinum Punjab. Og at enda Jákup Veyhe, sum greiddi frá um tíđ sína sum studentaskúlanćmingur, umframt at áhoyrararnir hoyrdu framtíđar part av "Mórugřtu". Hřllin var sjálvandi á gosi. Tiltakiđ var liđugt kl. 11.30 – og fólk fóru oman á skúlan aftur.

 

zoom

Sjónleikir á skránni í Hoydřlum

Týskvřldiđ 25. mars kl 19:00 hevur 13abpu hesar framfřrslur: "Sherlok Holmes", "Fjald sár" og skemtileikurin "Matstovan"

Hóskvřldiđ 27. mars kl 19:00 hevur flokkurin 13đ hesar framfřrslur:  "Ćvintýriđ um tríggjar brřđur eftir gandakallin Barden Beedle",  "Eg", "At vera ella ei", "Vinir ", og skemti-filmurin "Fiskanna harri"

Allar framfřrslur verđa í samkomuhřllini. Ókeypis atgongd. Řll eru hjartaliga vćlkomin.

 

Upptřka aftur í ár til nýggjan serflokk fyri nćmingar innan autismuřkiđ

Mřguleiki er aftur í ár at sřkja inn á serflokk innan autismuřkiđ. Serflokkurin verđur settur á stovn annađhvřrt í Tórshavn ella á Kambsdali treytađ av stađbundna třrvinum. Nćmingar til henda flokk sřkja um upptřku á vanliga umsóknarblađnum, sum liggur á heimasíđu skúlans og á heimasíđuni hjá Mentamálaráđnum. Serstakur teigur í umsóknarblađnum er tilskilađur serflokkin.
 
Mřguleiki er fyri, at skúlatilbođiđ verđur samskipađ viđ eitt bú- og frítíđartilbođ, og tí verđur heitt á umsřkjarar  um at tilskila í umsóknarblađnum, um tey  er áhugađ  í hesum.
 
Tey, iđ ynskja nćrri kunning um henda komandi flokkin, eru vćlkomin at venda sćr til skúlan.

 

Umsóknarfreist og umsóknarblřđ til skúlaáriđ 2014-2015

Umsóknarfreistin at sřkja inn á Fřroya Studentaskúla og HF-skeiđ er 15. mars 2014. Oyđiblađ og vegleiđing eru á leinkjuni niđanfyri:

Umsóknarblađ til miđnámsskúlarnar




zoom

Kunning um breytir og leiđir 

Hóskvřldiđ 6. mars kl. 19.00-21.00 skipađi skúlin fyri almennum kunningartiltaki um lestrarleiđirnar.

Fyrst varđ ein yvirskipađ kunning um breytirnar og leiđirnar. Síđani fóru umsřkjarar, foreldur og avvarđandi runt á skúlanum til framlřgur um lestrarleiđirnar, har hřvi var at seta lćrarum og lestrarvegleiđarum spurningar.

zoom

Naser Khader í Hoydřlum

Fríggjadagin 21/2 var forkunnugur fyrilestur á skúlanum, tá kendi danski politikarin Naser Khader var á vitjan. Hann tosađi um og greiddi frá um sín uppvřkstur í Danmark, sum tilflytari úr Sýria, og hvussu hansara tilvera í Danmark hevur ávirkađ hansara samleika. Eisini tosađi hann um mótsetningin millum Islamisku trúarlćruna og Kristnu trúarlćruna, og politisku viđurskiftini í Danmark sum heild. Fyrilesturin tók střđi í nýggju bókini hjá honum "Bekendelser fra en kulturkristen muslim" (2014). Samkomuhřllin var stúgvandi full, og tađ vóru bert útvaldir flokkar sum luttóku. Spyrjihugurin hjá áhoyrarunum var stórur, og sum heild fingu luttakaranir eina góđa upplýsandi lřtu saman viđ fyrlestrahaldaranum.

zoom
Jógvan Mellemgaard, Aksel Flagstad Berg
og Heini Hřgnason

Nćmingar okkara aftur góđ úrtslit í Georg Mohr-kappingini

Aftur í ár hava fleiri av nćmingum okkara klárađ seg sera vćl í střddfrřđikappingini Georg Mohr. Heini Hřgnason, sum kom sera langt í kappingini í fjřr, og Torkil Jespersen eru ímillum 22 vinnarar úr Fřroyum og Danmark. Hesir vinnarar hava mřguleika at kvalifisera seg til norđurlendska střddfrřđikapping, sum verđur seinast í mars. Í lřtuni eru Torkil og Heini í Danmark á skeiđi, har úttřkan eisini fer fram til norđurlendsku kappingina.

Sámal Kristiansson luttók eisini í Georg Mohr-kappingini. Han gjřrdist ikki vinnari, men klárađi seg kortini so vćl, at hann fekk diplom fyri gott avrik.

Skúlin fylgir viđ, hvussu tađ gongst hjá Heina og Torkili og ynskir teimum góđa eydnu, samstundis sum skúlin ynskir řllum trimum til lukku viđ avriki teirra.


zoom

Minningardagur um Holocaust og fólkadráp

27 januar er altjóđa minningardagur um Holocaust og fólkadráp. Í viku 5 eru tvćr framsýningar um evniđ á skúlanum. Bókasavnsvřrđarnir á skúlanum vísa fram tilfar um evniđ sum bókasavniđ
eigur, og Amnesty í Fřroyum stendur fyri framsýning á skúlanum - myndir sum lýsa mál sum tey arbeiđa viđ, og list sum
er sprottin úr evninum.

Mánadagin 27 januar vórđu tveir fyrilestrar á skúlanum. Róland í Skorđini helt fyrilestur um Holocaust í sřguligum hřpi, og Jacoba Kruse frá Amnesty í Fřroyum helt fyrilestur um fólkadráp í nýggjari tíđ, og mannarćttindi sum held. Allir nćmingar skúlans skuldu hava mřguleikan at hoyra báđar fyrilestrarnar. Fyri at allir uml. 800 nćmingarnir kundu koma til, vóru fyrilestrarnir hildnir samstundis í samkomuhřllini og fimleikahřllini, og í fleiri umfřrum.


 

 

 

 

 

 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624