Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 Hoyvík
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 í viku 13






Skúlin 
Tænastur 
Próvtøkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar næmingar 
Vegleiðingar 
Lærugreinar 
Tíðindi 
Slóðir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
 Nýggj parkeringsskipan í Hoydølum

Tíðindaskriv 19. august 2013

Nú komandi skúlaár byrjar, verður nýggj parkeringsskipan sett í verk í Hoydølum, sum hevur til endamáls at tryggja atkomumøguleikarnar við skúlan. Hetta verður gjørt við at merkja upp eina parkeringssonu frá Sanatoriivegnum við íbindingina til Hvítanesvegin og oman til endan avskúlans øki.


Bæði løgregla og brandmyndugleikarnir í Havn hava gjørt vart við, at parkeringin í Hoydølum má fáast í skipaðar karmar, tí tilvildarliga parkeringin, sum verið hevur í økinum seinastu árini, hevur forðað fyri nøktandi atkomu og trygd hjá øllum teimum, sum halda til í økinum.

Frá týsdegnum 20. august verður tí ein parkeringssona sett í verk í Hoydølum, sum fevnir um økið frá Hvítanesvegnum eftir Sanatoriivegnum oman í Hoydalar til økið við endan á skúlanum.

Nýggja skipanin merkir, at tað einans verður loyvt at parkera innan fyri uppmerktu parkeringsbásarnar.

Nýggja parkeringsskipanin er úrslit av einum samstarvi  millum ferðslupoliti, landsmyndugleikar og kommunu, sum í felag hava avtalað hesa loysn. Sama dag, týsdagin 20. august, verður farið undir regluligt parkeringseftirlit á økinum, har gjaldast skal fyri ólógliga parkering.

Myndugleikarnir leggja dent á, at fremsta endamál við nýggju parkeringsloysnini er persónliga trygdin hjá næmingum og starvsfólkum í Hoydølum umframt hjá øðrum, sum hava Sanatoriivegin sum atkomuveg.

Skúlin heitir á bæði næmingar og starvsfólk, sum hava møguleika fyri hesum, um ikki at koma við bili til skúlan, men ístaðin nýta almennu flutningsmøguleikarnar, súklu ella ganga.

Um nakrar ynskir at vita meira um nýggju parkeringsskipanina í Hoydølum, kann viðkomandi venda sær til virkandi rektara Herleif Hammer á tlf.nr.: 360660.

Mentamálaráðið

 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624