Kravt stig á studentaskúlanum
er uml. 100 tímar um árið og fevnir um:
- Lívvirkisfrøði hjá menniskjanum við
serligum atliti til heilsu og sjúku
- Seksualitetur hjá menniskjanum og nøring
- Vistfrøði - samanspælið í náttúrini
og árinið frá menniskjum
Felagsfakið á HF er
uml. 100 tímar um árið og fevnir um:
- Vistfrøði
- Arvalæra og lívtøkni
- Lívvirkisfrøði hjá menniskjanum
Vallærugreinirnar byggja lutvís á tað næmingurin
hevur lært á kravda stignum, umframt at nýggj evni sum lívevnafrøði,
genetikk, evolutión og smáverulívfrøði verða tikin við.
Harafturat verða eitt ávíst tal av tímum nýttir til eitt valfrítt
verkevni har næmingarnir sleppa at arbeiða meira sjálvstøðugt,
soleiðis at man fær bæði eina menning í undirvísingarháttum
og av tí fakliga.
Miðstig á studentaskúlanum er uml. 135 tímar
um árið og byggir á tað,
sum næmingurin hevur lært í 1.flokki og skal tryggja eina lýsing av
lívfrøði sum vísindagrein, lívfrøðiligari framleiðslu
og -tøkni, heilsu sett upp ímóti sjúku og náttúru og umhvørvi
samstundis sum undirvísingin skal fevna um:
- Arvalæru og evolutión
- Lívvirkisfrøði
- Vistfrøði
- Lívevnafrøði
Vallærugreinin á HF er uml. 135 tímar
um árið og byggir á tað,
sum næmingurin hevur lært í 1.flokki og skal tryggja eina lýsing av
lívfrøði sum vísindagrein, lívfrøðiligari framleiðslu
og -tøkni, heilsu sett upp ímóti sjúku og náttúru og umhvørvi
samstundis sum undirvísingin skal fevna um:
- Arvalæru og evolutión
- Lívvirkisfrøði
- Vistfrøði
- Lívevnafrøði
Hástig á studentaskúlanum er uml. 150 tímar um
árið og fevnir um:
- Arvalæru og evolutión
- Lívvirkisfrøði
- Vistfrøði
- Lívevna- og lívalisfrøði
- Smáverulívfrøði
Starvstovuroyndararbeiðið er ein týdningarmikil partur
av undirvísingini og kann gerast á ymiskan hátt
- venja hættir og tøkni (t.d. læra at nýta sjóneyku)
- kanna og máta á starvstovuni ella úti í náttúruni
(t.d. kostkanning og dálking)
- kontrolleraðar royndir (t.d. hvørjir faktorar ávirka
gering)
- kravt stig og felagsfakið á
HF: 3 rapportir
- miðstig og vallærugrein: 7 rapportir
- hástig:
16 rapportir og 10 studentapróvtøkuuppgávusett
- kravt stig og felagsfak á
HF: uml. 130 síður
- miðstig og
vallærugrein:
uml. 140 síður
- hástig
uml. 300 síður, umframt eina skrivliga próvtøku
Edv verður integrerað í undirvísingina har tað er
møguligt og náttúrligt. T.d. kann nevnast eitt serligt Kostprogram, sum er
ført fyri at rokna innihaldið av orkugevandi evni, vitaminir og mineralir í
matinum.
Ekskursiónir er ein náttúrligur partur av
undirvísingini, serliga hjá valholdunum. Hesar ekskursiónir kunnu verða
stytri vitjanir lokalt ella túrar frá 1-fleiri dagar at vitja
lærustovnarstovnar ella virki, ið arbeiða við áhugaverdum lívfrøðiligum
tilgongdum.