| |
Juli
1996
Studentaskúlakunngerðin
Alisfrøði-evnafrøði
Málslig deild
Kravt stig
Endamálið
1. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir fáa
kunnleika um týdningin, sum náttúruvísindini hava fyri
mentan og samfelagslív, |
|
b) |
at næmingarnir við at
fáast við alisfrøðiligar og evnafrøðiligar spurningar fáa
kunnleika um umhvørvisviðurskifti, |
|
c) |
at næmingarnir fáa vitan
um høvuðshugtøk innan alisfrøði og evnafrøði, ið kunnu vera
grundarlag undir framhaldandi lesnaði, |
|
d) |
at næmingarnir fáa skil
á alisfrøðiligum og evnafrøðiligum evnum, ið hava týdning í
gerandisdegnum, |
|
e) |
at næmingarnir fáa
kunnleika um royndararbeiðshættir, vandamál og
trygdarviðurskifti í hesum sambandi, |
|
f) |
at næmingarnir í ein
vissan mun fáa førleika at málbera seg bæði skrivliga og
munnliga um einføld alisfrøðilig og evnafrøðilig
viðurskifti. |
Undirvísingin
2.1 Tað er av týdningi, at
undirvísingin er knýtt at viðkomandi fyribrigdum, helst úr
gerandisdegnum og á royndarligum støði. Næmingurin skal fáa
kunnleika um nýtsluna av modellum í alisfrøði og evnafrøði, men
tað er av týdningi, at undirvísingin ikki verður ov vísindakend.
2.2 Undirvísingin fevnir um
høvuðsøki og valtilfar. Alisfrøði og evnafrøði skulu vektast
javnt í undirvísingini. So vítt tað er gjørligt, skulu bæði
alisfrøðilig og evnafrøðilig fyribrigdi koma fyri í hvørjari
langætlan.
2.3 Partar av undirvísingini skulu
leggjast soleiðis til rættis, at teir verða evnisskipaðir, og
ein av langætlanunum skal sum tema hava umhvørvið.
2.4 Royndararbeiðið skal vera týðandi
táttur í undirvísingini. Tað fevnir um demonstratiónsroyndir og
royndir, gjørdar av næmingunum. Royndirnar skulu dýpa og lýsa
ástøðiligu spurningarnar, og tær eiga at vera tætt knýttar at
langætlanunum. Næmingarnir skulu skriva dagbók um
royndararbeiðið og sýna, at teir eisini eru førir fyri at gera
einfaldar útrokningar í hesum sambandi.
2.5 Royndirnar, gjørdar av næmingunum,
skulu svara til einar 25 pultstímar. Næmingarnir skulu skriva
einar 12 frágreiðingar í sambandi við royndirnar, og lærarin
skal rætta og gera viðmerkingar til frágreiðingarnar.
2.6 Næmingarnir skulu kunnast um
vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við royndararbeiðið.
2.7 Næmingarnir skulu loysa skrivligar
uppgávur, ið eru knýttar at teimum viðgjørdu evnunum. Við í
svarinum upp á eina numeriska uppgávu skal so mikið av teksti og
myndum vera við, at eingin ivi er um hugsanarháttin hjá
næminginum. Eisini skal næmingurin venja seg við at meta um
úrslitini.
2.8 Uppgávur verða bæði loystar í
tímunum og heima. Skrivliga heimaarbeiðið, ið verður rættað og
fær viðmerkingar frá læraranum, fevnir um 5 uppgávusett.
2.9 Edv skal takast við í
undirvísingina. Tað kann gerast við at nýta t.d. amboðsforrit,
venjingarforrit, samlátsforrit ella dátugrunnar. Í sambandi við
royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera máldar
støddir eins og í sambandi við stýring av og eftirliti við
royndaruppsetingum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Høvuðsøkini fevna um:
|
1) |
Bygnaðin hjá evnum. |
|
|
Bygnaðurin hjá atomum og
kjarnum verður viðgjørdur (elektronir, protonir, neutronir)
og isotopar umrøddir. Eisini verður skeiðbundna skipanin av
grundevnunum lýst við høvuðsdenti á tey fyrstu skeiðini. Út
frá skeiðbundnu skipanini verður greitt frá, hvussu jonir og
molekylir verða gjørd og viðkomandi dømi um jon- og
molekylubindingar verða viðgjørd. Høvuðsdenturin verður
lagdur á organisku sambindingarnar, tá ið strukturformlar
verða valdir. |
|
2) |
Evnis- og
orkubroytingar. |
|
|
Geislavirknir kjarnar og
fáningin av teimum verða viðgjørd. Í hesum sambandi skulu
alfa-, beta- og gammafáning, dømi um kjarnareaktiónir (m.a.
fusión og fissión), aktivitetur og helvtartíð umrøðast.
Ísogan av joniserandi geislingum verður viðgjørd saman við
geislareinføri. Molhugtakið og hugtøkini molarur massi,
konsentratión (mol/L) og massaprosent verða tikin upp. Dømi
um einfaldar brenningsreaktiónir og syru/basu-reaktiónir
verða viðgjørd. Einfaldar mongdarrokningar skulu eisini
gerast og pH-hugtakið umrøðast. Dømi um orkukeldur, orkusløg
og orkubroytingar, har orkuvarðveitsla verður havd í huga,
verða viðgjørd. |
3.2 Í mest møguligan mun verða tey
heiti, súmbol og mátieindir nýtt, ið Dansk Standardiseringsråd
mælir til at nýta. Eisini eigur skipaða navnagávan eftir IUPAC
viðvíkjandi evnum at verða nýtt í mest møguligan mun.
3.3 Tá ið arbeitt verður við
kemikalium, verða tey ymisku vandasúmbolini og vanda- og
trygdarsetningarnir (V- og T-setningar) umrødd. Reglur fyri,
hvussu slepst av við evnafrøðiligt burturkast, verða
gjøgnumgingnar. Trygdarviðurskifti í sambandi við geislavirkin
evni verða eisini umrødd.
3.4 Økini "Bygnaður hjá evnum" og "Evnis-
og orkubroytingar" taka ávikavist umleið 1/6 og umleið 1/2 av
samlaðu undirvísingartíðini. Valtilfarið tekur umleið 1/3 av
undirvísingartíðini.
3.5 Lisnar verða 120-160 síður, alt
eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt verður.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing
og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir
um tíman, íroknað próvdøming.
4.2
2) Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, er umleið 80-100 síður av
lesipensum, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er, og
teimum frágreiðingum, ið eru knýttar at undirvísingartilfarinum.
Skrivligt heimaarbeiði og dagbøkur skulu vanliga vera partur av
próvtøkupensum. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað
fevnir um stórar samanhangandi eindir bæði úr høvuðsøkjum og
valtilfari.
4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og
næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað
sama sum lesipensum umframt allar frágreiðingarnar frá einum
starvsstovuskeiði ella onkrum tílíkum.
4.4 Í fyrireikingartíðini er
próvtakaranum loyvt at nýta hesar hjálparmiðlar: Skrivligir
samandráttir, talvur, uppgávur, frágreiðingar og annað skrivligt
tilfar, ið hevur verið nýtt ella hevur verið gjørt í sambandi
við undirvísingina. Tól, ið hava týdning fyri royndarliga partin
av próvtøkupensum, og góðkendan lummaroknara.
4.5 Til tess at styðja framløguna kann
próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann
hevur gjørt í fyrireikingartíðini umframt møgulig fylgiskjøl í
sambandi við spurningin, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur telur ikki positivt í dømingini. Eisini kunnu talvur,
myndir o.tíl. frá frágreiðingum hjá próvtakaranum ella øðrum
hjálparmiðlum nýtast. Tá ið royndararbeiði er við í
próvtøkuspurninginum, eiga týðandi tól at vera tikin við í
próvhoyringina.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið
verður givið við støði í eini heildarmeting.
Juli
1996
Alisfrøði - evnafrøði
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir fáa
kunnleika um týdningin, sum náttúruvísindini hava fyri
mentan og samfelagslív, |
|
b) |
at næmingarnir við at
fáast við alisfrøðiligar og evnafrøðiligar spurningar fáa
kunnleika um umhvørvisviðurskifti, |
|
c) |
at næmingarnir fáa vitan
um høvuðshugtøk innan alisfrøði og evnafrøði, ið kunnu vera
grundarlag undir framhaldandi lesnaði, |
|
d) |
at næmingarnir fáa skil
á alisfrøðiligum og evnafrøðiligum evnum, ið hava týdning í
gerandisdegnum, |
|
e) |
at næmingarnir fáa
kunnleika um royndararbeiðshættir, vandamál og
trygdarviðurskifti í hesum sambandi, |
|
f) |
at næmingarnir í ein
vissan mun fáa førleika at málbera seg bæði skrivliga og
munnliga um einføld alisfrøðilig og evnafrøðilig
viðurskifti. |
Undirvísingin
2.1 Tað er av týdningi, at
undirvísingin er knýtt at viðkomandi fyribrigdum, helst úr
gerandisdegnum og á royndarligum støði. Næmingurin skal fáa
kunnleika um nýtsluna av modellum í alisfrøði og evnafrøði, men
tað er av týdningi, at undirvísingin ikki verður ov vísindakend.
2.2 Undirvísingin fevnir um
høvuðsøki og valtilfar. Alisfrøði og evnafrøði skulu vektast
javnt í undirvísingini. Í mest møguligan mun, skulu bæði
alisfrøðilig og evnafrøðilig fyribrigdi koma fyri í hvørjari
langætlan.
2.3 Partar av undirvísingini skulu
leggjast soleiðis til rættis, at teir verða evnisskipaðir, og
ein av langætlanunum skal hava umhvørvið sum tema.
2.4 Royndararbeiðið skal vera týðandi
táttur í undirvísingini. Tað fevnir um demonstratiónsroyndir og
royndir, gjørdar av næmingunum. Royndirnar skulu dýpa og lýsa
ástøðiligu spurningarnar, og tær eiga at vera tætt knýttar at
langætlanunum. Næmingarnir skulu skriva dagbók um
royndararbeiðið og sýna, at teir eisini eru førir fyri at gera
einfaldar útrokningar í hesum sambandi.
2.5 Royndirnar, næmingarnir gera, skulu
svara til einar 25 pultstímar. Næmingarnir skulu skriva einar 12
frágreiðingar í sambandi við royndirnar, og lærarin skal rætta
og gera viðmerkingar til frágreiðingarnar.
2.6 Næmingarnir skulu kunnast um
vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við royndararbeiðið.
2.7 Næmingarnir skulu loysa skrivligar
uppgávur, ið eru knýttar at teimum viðgjørdu evnunum. Við í
svarinum upp á eina numeriska uppgávu skulu so mikið av teksti
og myndum vera við, at eingin ivi er um hugsanarháttin hjá
næminginum. Eisini skal næmingurin venja seg við at meta um
úrslitini.
2.8 Uppgávur verða bæði loystar í
tímunum og heima. Skrivliga heimaarbeiðið, ið verður rættað og
fær viðmerkingar frá læraranum, fevnir um 5 uppgávusett.
2.9 Edv er ein partur av
undirvísingini. Tað kann gerast við at nýta t.d. amboðsforrit,
venjingarforrit, samlátsforrit ella dátugrunnar. Í sambandi við
royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera máldar
støddir eins og í sambandi við stýring av og eftirliti við
royndaruppsetingum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Høvuðsøkini fevna um:
|
1) |
Bygnað hjá evnum.
Bygnaðurin hjá atomum og kjarnum
verður viðgjørdur (elektronir, protonir, neutronir) og
isotopar umrøddir. Eisini verður skeiðbundna skipanin av
grundevnunum lýst við høvuðsdenti á tey fyrstu skeiðini. Út
frá skeiðbundnu skipanini verður greitt frá, hvussu jonir og
molekylir verða gjørd og viðkomandi dømi um jon- og
molekylubindingar verða viðgjørd. Høvuðsdenturin verður
lagdur á organisku sambindingarnar, tá ið strukturformlar
verða valdir. |
|
2) |
Evnis- og
orkubroytingar. Geislavirknir
kjarnar og fáningin av teimum verða viðgjørd. Í hesum
sambandi skulu alfa-, beta- og gammafáning, dømi um
kjarnareaktiónir (m.a. fusión og fissión), aktivitetur og
helvtartíð umrøðast. Ísogan av joniserandi geislingum verður
viðgjørd saman við geislareinføri. Molhugtakið og hugtøkini
molarur massi, konsentratión (mol/L) og massaprosent verða
tikin upp. Dømi um einfaldar brenningsreaktiónir og sýru/basu-reaktiónir
verða viðgjørd. Einfaldar mongdarrokningar skulu eisini
gerast og pH-hugtakið umrøðast. Dømi um orkukeldur, orkusløg
og orkubroytingar, har orkuvarðveitsla verður havd í huga,
verða viðgjørd. |
3.2 Í mest møguligan mun verða tey
heiti, súmbol og mátieindir nýtt, ið Dansk Standardiseringsråd
mælir til at nýta. Eisini eigur skipaða navnagávan eftir IUPAC
viðvíkjandi evnum at verða nýtt í mest møguligan mun.
3.3 Tá ið arbeitt verður við
kemikalium, verða tey ymisku vandasúmbolini og vanda- og
trygdarsetningarnir (V- og T-setningar) umrødd. Reglur fyri,
hvussu slepst av við evnafrøðiligt burturkast, verða
gjøgnumgingnar. Trygdarviðurskifti í sambandi við geislavirkin
evni verða eisini umrødd.
3.4 Økini _Bygnaður hjá evnum" og _Evnis-
og orkubroytingar" taka ávikavist umleið 1/6 og umleið 1/2 av
samlaðu undirvísingartíðini. Valtilfarið tekur umleið 1/3 av
undirvísingartíðini.
3.5 Lisnar verða 120-160 síður, alt
eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt verður.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing
og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir
um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið
fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er umleið 80-100 síður
av lesipensum, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er, og
teimum frágreiðingum, ið eru knýttar at undirvísingartilfarinum.
Skrivligt heimaarbeiði og dagbøkur skulu vanliga vera partur av
próvtøkupensum. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað
fevnir um stórar samanhangandi eindir bæði úr høvuðsøkjum og
valtilfari.
4.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað
sama sum lesipensum umframt allar frágreiðingarnar frá einum
starvsstovuskeiði ella onkrum tílíkum.
4.4 Í fyrireikingartíðini er
próvtakaranum loyvt at nýta hesar hjálparmiðlar: skrivligar