Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 Hoyvík
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 í viku 13






Skúlin 
Tænastur 
Próvtøkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar næmingar 
Vegleiðingar 
Lærugreinar 
Tíðindi 
Slóðir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
TAEPO – “Føroyski” skúlin í Bolivia
 

  

Í Quchis – stutt frá býnum Sucre, eisini høgt upp í Andesfjøllunum - liggur skúlin TAEPO, sum føroyskur skúlaungdómur var við til at stovna í 1990, og sum miðnámsskúlanæmingar hava stuðlað regluliga síðani 2010.

Skúlin er ein kombineraður handverkara- og studentaskúli og hevur stóran týdning fyri útbúgvingarmøguleikarnar hjá ungum í økinum. Tey ungu fara ofta inn til býirnar í vón um at fáa okkurt arbeiði, men umstøðurnar í býunum fyri ung upprunafólk uttan útbúgving eru sera vánaligar. Foreldur at næmingum í TAEPO leggja tí ofta nógv fyri til at fáa ráð at lata minst eitt av børnunum ganga í skúla. Við handverkaraútbúgvingini hava tey nógv størri møguleika fyri at klára seg og fyri at stuðla familjum sínum fíggjarliga.

Peningurin, sum varð savnaður inn í 2015 fór serliga til tilfar til verkstøðini. Um ikki vit lata stuðul til amboð og tilfar, mugu næmingarnir sjálvir gjalda, og tað hava teir flestu als ikki møguleika fyri. Tí er alt ov lítið til av øllum, og tað, sum er, er slitið og illa farið. Eisini fór nakað av peningi til at gera vesi til næmingarnar á kostskúlanum. Hetta hevur ikki verið áður!

Sum nakað nýtt, og í sambandi við samanleggingina í Glasi, vóru Handilsskúlin og Tekniski Skúlin við í innsavningini í 2016, og tí kom nakað meir av pengum inn í ár, 230.000 kr. Næmingar, foreldur og lærarar á TAEPO biðja í nýggjasta ynskilistanum aftur um stuðul til verkstøðini, t.d. mekaniska verkstaðið: bilur og motorur at arbeiða uppá; metalverkstaðið: sveisiútgerð; el-verkstaðið: perur, káplar, reléir; seymiverkstaðið: toy í alskyns litum, nálir; timburverkstaðið: borimaskina, tengur; møbilverkstaðið: timbur, eikiviður, o.s.fr.

Eitt, sum eisini hevur verið viðgjørt í Bolivia-bólkinum, er um vit kunnu stuðla einstøkum næmingum peningaliga, soleiðis at teir kunnu halda fram at búgva á skúlanum. Tað er ókeypis hjá teimum at ganga í skúlanum, men teir skulu gjalda eitt sindur fyri kost og logi. Ikki allir næmingar hava ráð til hetta, og tað harmar leiðsluna á skúlanum at missa næmingar, sum annars hava góð evni og vilja til lestur. Tey hava tí spurt, um vit evt. kunnu skipa fyri onkrari stuðulsskipan, sum kann hjálpa ávísum serliga gávaðum næmingum. Vit hava játtað eina ávísa upphædd til hetta.

Tey í TAEPO lata heilsa og takka so hjartaliga fyri hjálpina. Hon hevur ovurstóran týdning fyri tey og fyri framtíðarmøguleikar teirra. Tey hava sent myndir og takkarbrøv (sí niðanfyri).

  

 

 
 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624