Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 HoyvÝk
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 Ý viku 13






Sk˙lin 
TŠnastur 
Prˇvt°kur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nřggjar nŠmingar 
Veglei­ingar 
LŠrugreinar 
TÝ­indi 
Slˇ­ir 
Kalendarin 
TÝmatalvur 
Intranet 
Samband 
Or­ingar, tß i­ vit nřta or­i­ Glasir Ý sk˙lah°pi
 

Glasir verður bent sum eitt nú Beinir, Birgir, Ægir og Mjølnir

     Hvørfall       Glasir
     Hvønnfall     Glasir
     Hvørjumfall  Glasi
     Hvørsfall     Glasis

Kunngerð
Frá Glasi – allir fyrstaársnæmingar møta mánamorgunin 22. august kl. 9. 2. árs- og 3. ársnæmingar møta týsdagin 23. august kl. 8.10 og hava vanliga skúlagongd.
Glasir

Starvsfólkaútferð
Gongutúrurin byrjar á Lambafelli, og so verður gingið í haga og eftir gøtum gjøgnum Havnardal og heim á Glasir, har borðreitt verður við onkrum góðum.
Glasir

Glasir er karmur um mangt mentanarvirksemi bæði í skúlatíð og uttan fyri vanliga skúlatíð.

Glasir hevur eitt ógvuliga samansett læraralið.

Vit vilja, at fólk síggja Glasir sum ein framkomnan skúla við útbúgvingartilboðum til fleiri samfelagsbólkar.

Bussleið koyrir úr miðbýnum, úr Hoyvík og av Argjum til Glasir/út á Glasir/niðan á Glasir/yvir á Glasir (Hetta valdast, hvar ein býr, og hvaðan ein kemur, men til eigur at vera ein íðuliga nýtt fyriseting í hesum sambandi).

Glasisnæmingar/næmingar á Glasi hava enn eina ferð luttikið í altjóða kapping í marknaðarførslu við góðum úrsliti.

Næmingar á Glasi hava arbeitt við spennandi verkætlan um grøna orku.

Leiðslan á Glasi arbeiðir støðugt við mennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum og framhaldandi eftirútbúgving.

Starvsfólk hjá Glasi arbeiða støðugt við at betra og dagføra útbúgvingartilboðið.


Eitur tað á Glasir ella í Glasi?
Mælt verður til at nýta á í sambandi við tað at arbeiða og vera lesandi á hesum nýggja skúla, 

av tí at hægri lærustovnar vanliga verða umrøddir við á, t.d. “fara á universitet”, “fara á Setrið at lesa”, “fara á (lærdan) háskúla”, “fara á studentaskúla/handilsskúla/á tekniska skúla”, “á teirri útbúgvingini...”

Sjálvsagt kann í eisini verða nýtt, men tá snýr tað seg meiri um ítøkiliga staðið; t.d. “Vit eru í Glasi og gera okkum liðug við framløguna” (sjá eisini dømið niðanfyri um hitaskipanina)

Orðing, sum ivaleyst bæði kann vera við á og í:
Hitaskipanin á/í Glasi er sera framkomin og hin einasta av sínum slag í Føroyum

Fyrisetingarnar hjá og frá verða eisini nýttar, sjá dømi omanfyri, men tær stýra hvørjumfalli og eru ikki so truplar at fáast við.











 
 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 HoyvÝk  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624