Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 Hoyvík
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 í viku 13






Skúlin 
Tćnastur 
Próvtřkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar nćmingar 
Vegleiđingar 
Lćrugreinar 
Tíđindi 
Slóđir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
Lestrar og skilhaldsreglur
 

Lestrarskyldur

Lestrarskyldur og skilhaldsskyldur á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum koma í gildi 1. januar 2014. Reglurnar eru galdandi fyri teir næmingar, sum byrjaðu skúlagongdina eftir 1. august 2013. Skyldurnar eru grundaðar á kunngerð frá 22. januar 2012 um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsskúlaútbúgvingunum.

Hesar skyldur verða settar í gildi fyri at tryggja øllum næmingum skúlans somu góðu kor og umstøður at virka undir.
Ætlanin er, at við greiðum reglum og gjøgnumskygni í møguligum agatiltøkum, um reglurnar ikki verða hildnar, skulu hesar virka við til, at næmingar halda bæði lestrar- og skilhaldsskyldur, soleiðis at næmingar ikki fáa trupulleikar við skúlagongdini og samstundis virða hvønnannan og umhvørvið, teir virka í.


Frávera

Fysisk frávera
Næmingurin hevur skyldu at møta til alla undirvísing. Um fráveran samanlagt fer upp um 10 % ella upp um 15 % í einari lærugrein, fær næmingurin skrivliga ábreiðslu um fráveruna og boð um at tosa við lestrarvegleiðingina. Um ábreiðslan ikki verður tikin til eftirtektar, verður skrivlig ávaring givin. Um næmingurin samstundis hevur fráveru, sum samanlagt er 20 % ella hægri, verður fráboðan send Studna um at næmingurin ikki er lestrarvirkin. Næmingurin verður mettur at vera lestrarvirkin aftur, um fylgjandi fráverðuuppgerðir vísa hetta.

Verður skrivliga ávaringin ikki tikin til eftirtektar, verður næmingurin burturvístur.

Í teimum førum fráveran er serliga stór í einstøkum endaligum lærugreinum við ársenda, men annars samlað er undir 10%, kann rætturin at luttaka í og fara upp til próvtøku í hesum lærugreinunum vera tikin aftur. Næmingurin kann flyta upp í næsta flokk, men kann ikki fara til próvtøku í raktu lærugreinunum fyrr enn árið eftir.

Skrivlig frávera
Næmingurin hevur skyldu at lata allar uppgávur inn til tíðina.
Um næmingurin ikki letur eina uppgávu inn til ásettu tíð, verður hon skrásett sum mist næmingatíð. Fer mista næmingatíðin samanlagt upp um 10 % og 15 % í einstakari lærugrein, fær næmingurin skrivliga ábreiðslu og boð um at tosa við lestrarvegleiðingina. Verður ábreiðslan ikki tikin til eftirtektar, fær næmingurin skrivliga ávaring. Um næmingurin samstundis hevur mista næmingatíð, sum samanlagt er 20 % ella hægri, verður fráboðan send Studna um, at næmingurin ikki er lestrarvirkin. Í teimum førum mista næmingatíðin er serliga stór í einstøkum endaligum lærugreinum við ársenda, men annars samlað er undir 10%, kann rætturin at luttaka í og fara upp til próvtøku í hesum lærugreinunum vera tikin aftur. Næmingurin kann flyta upp í næsta flokk, men kann ikki fara til próvtøku í raktu lærugreinunum fyrr enn árið eftir.
Fyri at næmingurin skal kunna leggja skrivliga arbeiðið til rættis, skal lærarin í seinasta lagi seta næminginum uppgávuna 7 dagar áðrenn, uppgávan skal latast inn. Um uppgávan er mett til 4 tímar næmingatíð ella meira, skal uppgávan setast næminginum í seinasta lagi 14 dagar áðrenn, hon skal latast inn.

Skrivliga og munnliga fráveruskipanin er ein skipan.

Andlig frávera
Næmingurin hevur skyldu at vera fyrireikaður og luttakandi í undirvísingini.
Um næmingurin sjónliga ikki luttekur í undirvísingini, eigur lærarin at gera næmingin varugan við hetta. Um hetta ikki vísir seg at hjálpa, og lærarin metir hetta órógva undirvísingina, hevur lærarin heimild til at koyra næmingin úr undirvísingarhølinum, og skráseta næmingin sum fráverandi.

Avskriving
Øll skrivlig avrik skulu vera næmingsins egnu. Um prógvast kann, at næmingurin letur avskrivað avrik inn, verður uppgávan skrásett sum mist næmingatíð.

Skilhaldsskyldur

Royking
Næmingar hava bert loyvi at roykja í skúrinum við Nýggja Hús og undir nýggja hálvtakinum við sunnara endan á fimleikarahøllini. Tey íløt, sum eru sett upp til sigarettstubbar á roykistøðunum, skulu nýtast. Um næmingur roykir aðrastaðni á økjum skúlans, verður næmingurin burturvístur frá undirvísing í ein dag og verður skrásettur fráverandi.

Happing
Happing verður undir ongun umstøðum told á skúlanum. Happing verður revsað við burturvísing frá skúlanum í upp til 10 dagar, og næmingurin verður skrásettur sum fráverandi. Fráboðanarskylda liggur á okkum øllum.

Herverk
Herverk verður ikki tolt og verður revsað við burturvísing frá skúlanum í upp til 10 dagar, og næmingurin verður skrásettur sum fráverandi. Herverk, sum er brot á revsilógina, verður meldað til avvarðandi myndugleika.

Rudding
Vit hava øll skyldu at halda skúlan og økið kring skúlan nossligt. Skúlastovur skulu ruddast eftir hvønn blokk. Lærarar hava skyldu at minna næmingarnar á hetta. Vit hava øll skyldu at rudda upp eftir okkum sjálvum inni í kantinuni og í økinum í og kring skúlan. Serliga grov brot á hesa áseting verður at meta sum herverk.

 
 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624