Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 HoyvÝk
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 Ý viku 13






Sk˙lin 
TŠnastur 
Prˇvt°kur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nřggjar nŠmingar 
Veglei­ingar 
LŠrugreinar 
TÝ­indi 
Slˇ­ir 
Kalendarin 
TÝmatalvur 
Intranet 
Samband 
Veglei­ing til nŠmingar um umsˇknir og onnur skriv til sk˙lan
 

Um tú ert næmingur her á skúlanum og hevur tørv á at senda umsókn, kæru ella onnur skriv til rektaran ella umsitingina, skalt tú brúka hesa mannagongd:

  1. Send so vítt gjørligt skriv títt við telduposti.  Um tað av onkrari orsøk er talan um skriv, sum bara kann latast í pappírsformi, lat tað so inn á móttøkuna í skrivstovuni, sum so kann skráseta tað, skanna tað og senda tað víðari til rætta viðkomandi í talgildum formi.
  2. Í umsóknini skalt tú altíð skriva hesar upplýsingar:  Fult navn, føðingardagur, flokkur og heimabústaður.
  3. Í teldupostum skulu fylgjandi upplýsingar altíð standa í rútinum "Emne":  Hvat slag av skrivi talan er um (umsókn, kæra, fyrispurningur, áheitan, heilsan o.s.fr.) og hvat skrivið snýr seg um (próvtøku, undirvísing, skifta vallærugrein, skifta flokk, parkering o.s.fr.).
  4. Telduposturin skal altíð verða sendur frá tíni First Class t-post adressu og hagar verða øll svar eisini send.


    REKTARIN.
 
 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 HoyvÝk  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624