Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Tann: 21-05-2013 í viku 21
Skúlin 
Próvtøkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar næmingar 
Vegleiðingar 
Lærugreinar 
Starvsfólk 
Komandi tiltøk 
Slóðir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
Røða rektarans við prógvhandanina 2012
 
Røða rektarans við prógvhandanina hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í ítróttarhøllini á Hálsi, hósdagin tann 28. juni 2012.

Góðu pisur 2012.
HF’arar og Studentar.
 
Nú sita tit øll her saman við familjum, vinum og lærarum tykkara. Tit eru veitsluskrýdd, bera húgvuna á høvdinum, strála av gleði og eru til reiðar at taka ímóti próvnum, sum tit hava arbeitt fram ímóti, síðani tit byrjaðu á skúlanum fyri ávikavist tveimum og trimum árum síðani. Og um nakrar løtur, tá tit fara út hiðani við pappírinum í hondini, liggur leiðin opin út í lívið, út í heimin og út í framtíðina, sum bíðar eftir tykkum.
 
Hetta er 6. ferð, at eg havi tann heiður og tað privilegium at tala fyri einum árgangi av nýklaktum pisum.
 
Hetta er blivin ein dagur, sum eg gleði meg til hvørt einasta ár. Ikki tí at hetta er endin á skúlaárinum. Men tí at tann jaligi stemningurin, gleðin millum tykkum pisur eftir væl útint verk er ein nýggj og øðrvísi uppliving á hvørjum ári. Tí at hendan løtan er  serstøk. Hvørja ferð.
 
Lívið er løtur, segði ein kendur, men fátækur havnamaður einaferð. Hjá honum umboðaðu hesi orðini eina yvirlivingarstrategi í einum strævnum arbeiðs- og gerandislívi: Tað at njóta tey góðu tíðarbilini, at leggja dent á teir jaligu topparnar, sum hóast alt eru í tilveruni, var hansara máti at klára seg ígjøgnum eitt hart og strævið gerandislív.
 
Og vit hava øll løtur í lívinum at minnast aftur á, ið umboða jalig hugløg, sum vit bera við okkum gjøgnum alt lívið. Og løtur, sum umboða markasteinar í tilveruni.
 
Hetta er ein serlig løta hjá tykkum. Eitt ørstutt tíðarbil, har tit standa á gáttini millum eitt júst yvirstaðið tíðarskeið í tykkara lívi og eina heilt nýggja byrjan við óendaliga nógvum møguleikum.
 
Ein løta sum hendan er minnisrík - bæði tí, at hon smakkar av sigurskensluni, sum kemur av at hava nátt einum máli, sum tit leingi hava havt í eygsjón, og tí at tað illa slepst undan onkustaðni í til- ella undirvitskuni at hugsa um, reflektera yvir, hvat hendan løtan merkir fyri tykkum, hvussu hon grípur inn í lívssøguna hjá hvørjum einstøkum tykkara, og hvussu hon peikar inn í tykkara framtíð og samstundis ber fortíðina hjá tykkum í sær.
 
Hesi seinastu árini hava tit helst onkuntíð hugsað , at tað er so trygt og hugnaligt niðri í Hoydølum, at tað er ringt at hugsa sær at fara hiðani. Men hinvegin hava tit helst í seinastuni kortini kent eitt ótolni eftir at koma víðari. At gera tykkum liðug her og royna nýggjar møguleikar.
 
Tykkara ættarlið av pisum hevur eitt ómetaligt tal av møguleikum at velja í. Tað kann ikki samanberast við nakað ættarlið undan tykkum. Og tað er jú fantastiskt fyri tykkum. Tit eru av sonnum møguleikanna ættarlið.
 
Men fyri hvønn einstakan tykkara er tað kortini ikki so líka til.
 
Tí tað at hava so nógvar møguleikar at velja í er samstundis ein velduga stór avbjóðing. Størri enn nakað ættarlið undan tykkum hevur staðið andlit til andlits við í valinum av framtíð.
 
Teir nógvu møguleikarnir eru ein avbjóðing, tí tit kunnu ikki brúka teir allar – ið hvussu er ikki í senn.
 
Tit kunnu lesa í Danmark, Australia, Fjareystri, USA og Onglandi. Men ikki í senn. Tit kunnu ikki lesa bæði samskifti og medicin, mannfrøði og búskap, til bæði verkfrøðing, lærara og námsfrøðing.
 
At hoyra til møguleikanna ættarlið er tí krevjandi.
 
Valmøguleikarnir bera nakrar tvístøður við sær. Hevur tú funnið teg sjálva/n í so stóran mun, at tú kennir, at tú ert før/ur fyri at gera eitt val, ið umboðar og úttrykkir tann, ið tú ert? Ella vónar tú, at tað valið, ið tú fert at gera, skal hjálpa tær at uppdaga, hvør tú ert? Ella hvat nú, um valið fer at skapa og avgera, hvør tú verður sum menniskja? Valini hava avgerandi týdning fyri framtíðar lív tykkara.
 
Her er avbjóðingin at duga at síggja munir.
 
Millum teir nógvu møguleikarnar. Og millum teg sjálva/n og umheimin.
 
At finna svarið á spurningunum: Hvør eri eg? Og hvørjir møguleikar hóska mær?
 
Tit skulu læra tykkum at síggja mun á møguleikunum og læra tykkum at velja út við støði í tykkum sjálvum.
 
Tit skulu fyrihalda tykkum til margfeldið av møguleikum. Og tit skulu læra tykkum at handfara eitt stórt tal av tvístøðum.
 
Tit skulu megna at velja. Og standa við tykkara val.
 
Hetta at velja skrivaði danski heimsspekingurin Søren Kierkegaard, ið um eitt lítið ár vildi fylt 200 ár, nógv um, og hann hevur eisini lýst tvístøður í tilveruni, sum líkjast teimum, ið tit standa frammanfyri.
 
“Mulighedens fortvivlelse” ella “møguleikans vónloysi” rópti Kierkegaard tað. Hann meinti, at nútíðarmenniskjan “spjálkar seg troytta í berum møguleika, hon kemur ikki úr stað, ei heldur fram á nakað mál”.
 
Tvístøðurnar millum tað møguliga og tað neyðuga eru fyri nútíðar menniskjað bæði ein signing og ein banning. Valstøðan leggur stórt trýst á einstaklingin. Á hvønn einstakan av tykkum.
 
Men um møguleikarnir so eru ein stór avbjóðing, so vil eg samstundis halda uppá og vóna, at tit í teirri skúlagongd og uppvenjing, ið tit hava fingið í Hoydølum hava fingið nakrar førleikar at handfara avbjóðingarnar.
 
Vit, lærarar og leiðsla á skúlanum, hava lagt dent á at skapa nakrar námsfrøðiligar karmar, sum vit vóna hava bæði ment tykkum og bjóðað tykkum av. Tað er okkara vón, at vit hava givið tykkum tað grundstøðið, sum er fyritreytin fyri, at tit kunnu møta teimum avbjóðingunum, sum liggja framman fyri tykkum. Bæði, tá tað snýr seg um fakligar førleikar, og tá tað ræður um lestrarførleikar at fara undir hægri lestur. Men eisini tá tað snýr seg um teir sosialu og mentanarligu førleikarnir, ið knýta seg til tað at kunna liva eitt gott og innihaldsríkt lív.
 
Tann almenna vitanin og teir almennandi førleikarnir, ið tit hava fingið í tykkara students- og HF-útbúgvingum, tryggja tykkum, at tit ikki verða virkislamd, og at tit ikki drukna ella missa tykkum sjálvi burtur í øllum møguleikunum. Ella við Kierkegaard’sa orðum: Tryggjar, at tit ikki “spjálka tykkum troytt”.
 
Undirvísingin í teimum einstøku lærugreinunum hevur givið tykkum nógvar, stórar og fjølbroyttar avbjóðingar. Kanska á onkran hátt ov nógvar og ov stórar. Árini á skúlanum hava í nógvum førum bjóðað tykkum av til tað ytsta, og harvið lært tykkum at leita eftir, avmarka og velja út møguleikar.
 
Víst tykkum, at møguleikarnir eru ikki bara har – teir skulu leitast upp, uppdagast, uppfinnast og roynast í verki.
 
Undirvísingin hevur ment tykkara evni at síggja munir, at taka dagar millum, at duga á at skyna.
 
Lærugreinirnar eru á sín hátt “ein undirvísing í munum”, ella kanska heldur í at áseta munir.
 
Við hesum meini eg t.d. ta læruna, ið tit uppliva, tá tit fara undir eina nýggja lærugein ella eitt nýtt evni í eini lærugrein. Áðrenn tit byrjaðu upp á tað nýggja evnið, høvdu tit bert eina veika hóming av, hvat ið tað innibar. Gjøgnum undirvísingina fingu tit so eina vitan og eitt innlit, ið gjørdi tað møguligt at síggja nakað, har tit áður onki “sóu”. Tit kenna tað helst aftur, tá ið tit hava lært eitt nýtt hugtak, so er tað sum um tit renna tykkum í tað alla tíðina og alla staðni. Tað tykist, sum øll brúka tað, uttan at tit nakrantíð hava hoyrt tað fyrr. Tað má kortini hava verið har alla tíðina, men tað er ikki fyrr enn tit hava lært hugtakið, at tit kunnu skilja tað burturúr og “hoyra” tað.
 
Tað at “hoyra” og at “síggja” hugtøk og møguleikar er grundleggjandi at hoyra og síggja munir. At læra er grundleggjandi at megna at fáa eyga á og eygleiða munir.
 
Hugtøkini og fakligu amboðini, ið tit hava lært, eru amboð at eygleiða munir, og harvið skilja tað týdningarmesta burtur úr øllum hinum.
 
Margfeldin av møguleikum, sum tit standa framman fyri, er ein jalig avbjóðing. Uttan margfeldið var tað ikki gjørligt at síggja munir. Og munirnir gera okkum ríkari, klókari og teir menna okkum.
 
Margfeldið noyðir okkum at viðurkenna munir, noyðir okkum at greina, at skilja sundur, at taka dagar ímillum, at vera kritisk – men eisini at vera rúmlig, víðskygd og opin. Tað noyðir okkum at velja til og frá, og tað lærir okkum samstundis at skilja og virða valini, sum onnur gera.
 
Eg vóni, at vit á skúlanum hava megnað at fáa tykkum at lata tykkara sinni upp og at læra uttan fordómar, ella ið hvussu er, at gerast tilvitaði um tykkara fordómar og megna at eygleiða og viðgera teir.
 
Hava vit megnað tað í onkran mun, so haldi eg, at tað er ein heilt góður førningur, ið tit fáa við tykkum hiðani út í lívsins og heimsins margfalda meldur av møguleikum.
 
Eg fari at enda hesa røðuna við at ynskja tykkum og familjum og avvarðandi tykkara, sum eru komin niðan higar saman við tykkum, hjartaliga til lukku við próvnum. Eg vil vegna meg sjálvan, leiðslu og lærarar á skúlanum  takka fyri ta tíðina, ið vit hava havt møguleika fyri at vera saman við tykkum, og persónliga vil eg ynskja hvørjum einstøkum tykkara alt tað besta í framtíðini og góða eydnu við tí, sum tit velja at fara undir.
 
Og hervið fari eg vegna skúlan endaliga at boða frá, at nú kunnu pisurnar 2012 fara á flog. Góða ferð á leið tykkara víðari fram í lívinum.
 
 
 
Mikkjal N. Helmsdal, rektari.
 
 
Føroya Studentaskúli og HF Skeið  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624