Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Tann: 08-09-2010 í viku 36
Skúlin
Próvtøkur og royndir
Til nýggjar næmingar
Vegleiðingar
Lærugreinar
Starvsfólk
Næmingar
Tiltøk
Slóðir
Kalendarin
Intranet
Webmaster
Tíðindaskriv frá Mentamálaráðnum
 

Um Gamla Hús í Hoydølum.
 
Í november 2009 heitti rektarin á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum á Mentamálaráðið um at fáa gjørdar kanningar av inniumhvørvinum í sonevnda Gamla Húsi, ið eisini er kent sum gamla dreingjakostdeildin. Orsøkin var, at næmingar, ið hildu til har, gjørdu vart við vánaligan heilsuligan trivnað.
 
Í desember 2009 var farið undir at kanna, hvussu inniluftin var í skúlastovunum, tá undirvíst var, og um soppur var í bygninginum.  PB-Consult gjørdi kanningar av inniluftini í nøkrum av skúlastovunum, meðan undirvísing fór fram, og Dansk Bygningsanalyse kannaði, um soppur er í bygninginum. Í hesum sambandi varð innidustið kannað fyri innihald av soppasporum, og har illgruni var um beinleiðis soppavøkstur, vóru royndir tiknar av tilfarinum.  Royndir vórðu tiknar í øllum hølum í bygninginum.
 
Mentamálaráðið hevur nú gjøgnum Landsverk fingið  endaligu frágreiðingarnar frá hesum kanningunum.  Staðfestast kann, at soppur, ið er orsakaður av fukti og vætu, er í fleiri støðum í bygninginum. Tó eru nøkur av undirvísingarhølunum í góðum standi, hvat soppinum viðvíkur.  Hinvegin vísa kanningarnar av inniluftini, at tá undirvíst verður í skúlastovunum, er CO2-innihaldið væl hægri enn tað, ið Arbeiðseftirlitið mælir til. Samstundis staðfestir Landsverk, at átroðkandi og umfatandi ábøtur krevjast at setast í verk í sambandi við brunatrygdina í bygninginum, m.a. at skifta út eldfimar byggiplátur. Landsverk mælir tí til, at givist verður við at hava undirvísing í bygninginum skjótast gjørligt.
 
Landsstýriskvinnan í Mentamálum fer tí á komandi Landsstýrisfundi at biðja um undirtøku fyri, at farið verður undir at fyrireika eina loysn, har leigaðar lonir verða settar upp á øki skúlans. Landsverk metir, at hetta er ein skjótari, betri og bíligari loysn enn at fara undir eina umfatandi umvæling og dagføring av Gamla Húsi. Lonirnar verðar beindar burturaftur, tá skúlin væntandi flytur úr Hoydølum um 4-5 ár.
 
Mentamálaráðið hevur kunnað  Arbeiðseftirlitið um støðuna, og stovnurin hevur fingið frágreiðingarnar, ið gjørdar eru. Arbeitt verður við  at kanna , um til ber at finna eina ráðiliga loysn, soleiðis at  undirvísingin, undir ávísum treytum, kann  fara fram í  nøkrum av skúlastovunum  fram til summarfrítíðini.  Samráðst verður tó við Tórshavnar Kommunu um at flyta ein part av undirvísingini í skúlar hjá kommununi, um tað vísir seg ikki at vera møguligt at nýta undirvísingarhølini í Gamla Húsi fram til ta tíð, at lonarloysnin kann takast í nýtslu. Væntandi verður funnið fram til eina loysn síðst í hesi vikuni.

Mentamálaráðið
10. februar 2010

 
   

 

 

 




 

 
Føroya Studentaskúli og HF Skeið  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624