|
Fyri at ongar misskiljingar skulu vera um, hvør hevur loyvi at parkera á skúlans øki og hvar, verður hervið undirstrikað:
- Reglurnar galda á øllum øki skúlans, t.v.s. frá krossinum Hvítanesvegur/Sanatoriivegur og heilt oman til markið við ognina hjá Símuni Dalsgaard, t.v.s alt tað reyða økið á myndini. Tað merkir, at parkeringsreglurnar eru galdandi á øllum økinum, sum er litað við reyðum á myndini niðanfyri.
- Einans næmingar við skrivligum loyvi til tess kunnu parkera á skúlans øki. Við skrivliga loyvinum fylgja ávísar treytir, ið skulu haldast.
- Brot á parkeringsreglurnar førir fyrstu ferð til skrivliga ávaring. Brýtur ein næmingar parkeringsforboðið á øðrum sinni er burturvísing næsta stigið.
REKTARIN.
|