Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Tann: 22-12-2014 í viku 52
Skúlin 
Tænastur 
Próvtøkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar næmingar 
Vegleiðingar 
Lærugreinar 
Starvsfólk 
Tíðindi 
Slóðir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
Útbjóðing av kantinuvirkseminum í Hoydølum
 
Treytað av at nøktandi boð verður givið, ætlar  Føroya Studentaskúli og HF-skeið at leggja kantinuraksturin á skúlanum í Hoydølum út til áhugaðar partar at reka.
 
Treytirnar fyri útboðnum eru hesar:
Kantinan skal bjóða eina góða og støðuga tænastu til næmingar og starvsfólk á skúlanum allar dagar, ið skúlin er opin til undirvísing, umframt til føst árlig tiltøk, sum liggja uttan fyri skúlatíð.
Kantinan skal bjóða fjølbroyttan, dygdargóðan og heilsugóðan kost til næmingar og lærarar fyri ein rímiligan kostnað.
Við boðnum upp á raksturin skal fylgja uppskot til matarskrá í 1-2 mánaðir og uppskot til dagligt vøruútboð við ætlaðum søluprísum.
Skúlin stillar kantinuhøli við innbúgvi og útgerð og kantinukøk við útgerð og goymslurúmum til taks, herundir køli- og frystigoymslum.
Goldin verður ein føst leiga um mánaðin, sum umframt høli og útgerð dekkar streym og hitanýtslu.
Um kantinan burturav verður rikin fyri at veita skúlanum tænastur er leigan 10% av bruttosøluinntøkunum.
Er ætlanin at nýta kantinuna og køkin at  veita tænastur til kundar uttan fyri skúlan verður avtalað ein hóskandi leiga, ið endurspeglar vinnuliga virðið av hølunum og útgerðini, ið verða leigað.
Í tann mun tørvur er á arbeiðsmegi til kantinuraksturin eiga verandi starvsfólk í kantinuni fyrst at fáa boðið arbeiði.
 
Bakgrund:
Á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði ganga umleið 640 næmingar og har arbeiða umleið 105 starvsfólk. Skúlagongd er 199 dagar um árið, mánadag til fríggjadag, og umleið 150 dagar av hesum kann roknast við, at 730 fólk hava sína dagligu gongd á skúlanum, restina av skúlaárinum er talið nakað minni orsakað av próvtøkum, ársroyndum, námsferðum o.a.
Í kantinuni er nýtt innbúgv og har kunnu sita 140 næmingar í senn.
Kantinan kann veita lærarunum mat á lærarastovuni, har 40 fólk fáa sitið í senn.
Dagliga skúlagongdin byrjar kl. 08.10 á morgni og er býtt upp í undirvísingarblokkar á 90 minuttir. Millum 1. og 2. blokk og 3.og 4. blokk eru steðgir á 20 minuttir og millum 2. og 3. blokk er ein døgurðasteðgur á 30 minuttir.
Parkeringsviðurskiftini í Hoydølum eru sera avmarkaði, og tí ber ikki til at fáa døgurðagestir úr býnum til kantinuna í skúlatíð.
 
Nærri upplýsingar um bruttosøluna seinasta árið, um ynski skúlans til útboðið í kantinuni og um treytirnar fyri útboðnum annars kunnu fáast við at venda sær til Mikkjal Helmsdal, rektara, telefon 312973 ella fartelefon 218404.

Boð upp á kantinuraksturin skulu verða skúlanum í hendi mánadagin 11. mai 2009.

Í metingini av innkomnu boðunum verður høvuðsdentur lagdur á 1) at veitarin er førur fyri at veita eina støðuga tænastu yvir eitt longri tíðarskeið, herundir at fakligur førleiki til uppgávuna er til staðar, 2) kostprofilurin í matarskránni og vøruútboðnum, ið veitarin ætlar at bjóða og 3) kostnaðarstøðið, ið veitarin roknar við at leggja á matskrá/vøruútboð.
 
 
Føroya Studentaskúli og HF Skeið  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624