Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Tann: 21-05-2013 í viku 21
Skúlin 
Próvtøkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar næmingar 
Vegleiðingar 
Lærugreinar 
Starvsfólk 
Komandi tiltøk 
Slóðir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
Tað er ikki loyvt at skulka, men ...
 

...tá tað er sagt, so er tað sera gleðiligt at flokkarnir, sum enda skúlagongdina í ár, framdu sín skulkidag á ein so jaligan og væl skipaðan hátt, sum vit upplivdu týsmorgunin 14. mai.  Glaður ungdómur, við einum positivum sinnalag og sum bara vildu skapa gleði. 

Takk fyri, at tit tóku avbjóðingina at gera hetta til ein positivan dag bæði fyri okkum her á skúlanum og fyri starvsfelagarnar úti á Handilsskúlanum.  Tit vóru deilig týsmorgun.  Eg vóni, at hetta kann gerast mátin, ið árgangirnir framyvir taka til fyrimynd.

Vinarliga,

Rektarin.


Kabarett

3.s næmingar framføra kabarett á seinasta undirvísingadegi 17. mai



Open Class English Exhibition
Týsdagin 7. mai hevði 12 r ‘opið’ hús saman við ensktlærara sínum Sóleyð Wang Jacobsen. Tey høvdu framsýning í stovu 58.
(les meira)


Várkvøldsetan 2013
Í ár var várkvøldsetan 2. mai við myndlist og tónleiki  á skránni. Í gongini var myndaframsýning hjá miðstigsflokkinum hjá Kinnu Poulsen, og 12 u hevði kaffi- og køkusølu til at seta hugnaligan dám á kvøldið. Frásøgufólk var rektarin, og áhoyrararnir fingu gleði av onkrum eyka viðmerkingum um løg og hitt. (Les meira her...)
Myndir: Bergljót av Skarði




Í Hoydølum 2. mai 2013



Støddfrøðitalent úr Hoydølum kappaðist um at gerast bestur í Norðurlondum
Fyri einum góðum mánaða síðani gjørdist Heini Høgnason úr 11y ein av teimum fremstu í Georg Mohr-kappingini, sum er ein donsk støddfrøðikapping, ið kann kallast eitt slag meistaraskapi í støddfrøði.  Kappingin hevur í fleiri ár eisini verið hildin í Føroyum. Heini kvalifiseraði seg í eini undankapping í vetur til finaluna í Danmark. Hann fær sína dagligu støddfrøði "venjing" á støddfrøði-turboholdinum hjá Henriette Svenstrup. Heini kláraði seg sera væl í donsku finaluni.  Hann gjørdist nr. 5 samlað og var harvið  millum teir 20 donsku luttkararnar, sum kvalifiseraðu seg víðari til ta norðurlendsku støddfrøðikappingina, sum var 5. apríl-8. apríl. 

Í Norðurlendsku kappingini var møguleiki at vinna sær luttøku í altjóða støddfrøðiolympiaduni, sum verður í Columbia í juli ella at luttøku í altjóða støddfrøði kappingini Baltic Way í Letlandi í november.



Heini endaði tíanverri ikki so ovarliga í norðurlendsku kappingini, at hann vann seg víðari til støddfrøðiolympiaduna ella Baltic Way.  Men tað var eitt bragd at vinna so langt sum til norðurlendsku finaluna, og skúlin vil ynskja Heina tillukku við tí og góða eydnu til kappingina næsta ár.


Umsøkjaratalið til Hoydalar sett met einaferð enn.

Tað tykist ikki sum trongar umstøður og ivasamt inniumhvørvi heldur ungdóminum frá at leita sær miðnámsútbúgving í Hoydølum.

Umsøkjaratalið til Føroya Studentaskúla og HF-skeið í ár er 391 og tað er -enn einaferð- tað mesta nakrantíð.  Í fjør søktu 373 inn á skúlan og í 2011 og 2010 vóru ávikavist 326 og 339 umsøkjarar.  Miðal fyri seinastu undanfarnu 10 árini hevur verið 261 umsøkjarar, so tað er ein rættiliga týðiligur vøkstur, sum er hendur seinastu 3 árini.

Stóra umsøkjaratalið merkir, at tað sannlíkt byrja 5 flokkar fleiri eftir summarfrítíðina, enn tað fara út við skúlaársenda í ár. Tá er ætlaði serflokkurin fyri næmingar, ið hava Asperger/Autismu, íroknaður.

Skúlin fer nú at viðgera saman við Mentamálaráðnum, hvussu til ber at hýsa øllum næmingunum í Hoydølum fram til tess, at Marknagilsdepilin stendur klárur eftir ætlan í 2016. 

Breytir á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði

Tær næmingarnir, ið byrja skúlagongdina komandi heyst, skulu ganga eftir nýggju miðnámsskúlaskipanini.  Allir næmingar í framhaldsdeild fókaskúlans eiga nú at hava fingið eitt kunningarhefti um nýggju skipanina.  

Kunning um skipanina kann eisini finnast á www.breyt.net

Á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði eru hesar breytir:

Hugbreytin:  Her er høvuðsdentur á mál, bókmentir, søgu og mentan.  Ein 3 ára breyt, ið hevur ávísan líkskap við málsligu deild í núgaldandi studentaskúlaskipan.

Náttúrubreytin: Her er høvuðsdentur á støddfrøði og náttúruvísindaligu lærugreinirnar. Ein trý ára breyt, ið hevur ávísan líkskap við støddfrøðiligu deild í nú galdandi studentaskúlaskipan.
Fyrireikingarbreytin:  Ein tvey ára breyt, ið svarar til HF í núgaldandi miðnámsskúlaskipan.

Umsóknarblað til upptøku í nýggju miðnámsskúlaskipanina og vegleiðing til umsóknarblaðið eru at finna á leinkinum ovast á høgra bredda her á heimasíðuni.

Umsóknarfreistin var úti 15. mars.  Umsøkjarar, ið søkja seinni, kunnu verða upptiknir, um pláss er.


Flokkur fyri næmingar við Asperger ella autismu summarið 2013.

Skúlin er saman við øðrum almennum stovnum farin undir fyrireikingar at stovna ein flokk fyri næmingar við autismu/Asperger í august 2013.  

Næmingar, ið ynskja upptøku í hendan serliga flokkin, fylla tað vanliga umsóknarblaðið út, og skriva í teigin um serligan tørv, at teir ynskja at verða tiknir upp í serflokkin fyri næmingar við Asperger/autismu.

Tey, ið ynskja nærri kunning um hendan komandi flokkin, eru vælkomin at venda sær beinleiðis til  Mikkjal Helmsdal, rektara.



Tímatalvur 2012/2013

Nýggir flokkar 2012/2013:
Málslig deild: 12a  12b  12ð  12e 
Støddfrøðilig deild: 12x  12y  12z  12u  12v  12ø 
HF: 12p  12q  12r 

Gevið gætur, at broytingar kunnu koma fyri.



Røða rektarans við prógvhandanina tann 28. juni 2012 í Ítróttar- og Samkomuhøllini á Hálsi.



 

 

 

Tað, sum vit her á skúlanum heystaðu týsmorgun, var tað, ið okkara egnu næmingar sáddu í fjør. Handilsskúlin hevði eitt risaupptak í fjør eftir dálking, órudd og herverki hjá okkara næmingum.

 
 



Skjal at fylla út
um sjúka forðar fyri uppmøting til próvtøkur ella ársroyndir kann takast niður her.




Lærarastørv í Hoydølum skúlaárið 2013-2014. Umsóknarfreistin er úti.

Upptøka til skúlaárið 2013-2014.
Umsóknarfreistin var úti 15. mars. Umsøkjarar, ið søkja eftir hendan dag, kunnu bara verða upptiknir, um pláss er. Vegleiðing og umsóknarblað finnur tú her.

Til næmingar: Tá tit senda umsóknir og onnur skriv til rektaran ella skúlan. Lesið vegleiðing her.

Próvtøkur sum sjálvlesandi 2013. TILMELDINGARFREISTIN ER FARIN. 

Morgunvakt hvønn morgun kl. 07.30-08.10  tlf: 360 666

Mánadag     Bjørn
Týsdag         Høgni
Mikudag        Herleif
Hósdag         Bjørn
Fríggjadag    Herleif



 
m
t
o
t
f
l
s
 
 
 


maj
Vika 21
 20.2. hvítusunnudagur 
 21.1. próvtøkudagur. 
 22. 
 23. 
 24. 
 25. 
 26. 
Vika 22
 27. 
 28. 
 29. 
 30. 
 31. 
juni
 1. 
 2. 
Vika 23
 3.Ávegis pensum latast skrivstovuni 
 4. 
 5. 
 6. 
 7. 
 8. 
 9. 
 
Føroya Studentaskúli og HF Skeið  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624