Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Tann: 21-08-2014 Ý viku 34
Sk˙lin 
Prˇvt°kur og royndir 
Breytaskipanin 
Mßllei­ 
Samfelagslei­ 
Listalei­ 
Almenn lei­ 
Science-lei­ vi­ alisfr°­i 
Science-lei­ vi­ evnafr°­i 
LÝvfr°­is- og Ýtrˇttarlei­ 
Samfelagslei­ 
Til nřggjar nŠmingar 
Veglei­ingar 
LŠrugreinar 
Starvsfˇlk 
TÝ­indi 
Slˇ­ir 
Kalendarin 
TÝmatalvur 
Intranet 
Samband 
Breytaskipanin og lestrarlei­arnar ß F°roya Studentask˙la
 

 Á breddanum til høgru eru leinki til einstøku lestrarleiðirnar við stuttari lýsing av innihaldi og endamáli og yvirliti yvir lærugreinirnar, ið verða lisnar gjøgnum tey 3 árini.

Um breytaskipanina sum heild.

Við nýggju lógini um gymnasialar miðnámsskúlar eru allar miðnámsútbúgvingarnar partur av einari og somu skipan.  Innan fyri hesa skipanina eru so ymsar breytir, sum í stórum drøgum svara til tær gomlu miðnámsskúlaútbúgvingarnar:

Málsliga og støddfrøðiliga deild á studentaskúlanum eru nú avloystar av Hugbreyt (mál og bókmentir) og Náttúrubreyt (støddfrøði og náttúrufakligar lærugreinir).  Gamla HF eitur nú Fyrireikingarbreytin.

Búskaparbreytin svarar til tað, sum áður var hægri handilsskúli. Tøknibreytin svarar til hægri tøkniútbúgving á tekniskum skúla, Tilfeingisbreytin svarar til hægri fiskivinnuútbúgving á Fiskivinnuskúlanum.

Á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði verða hesar tríggjar breytirnar bodnar út:  Hugbreyt, Náttúrubreyt og Fyrireikingarbreyt.

Á Fyrireikingarbreytini verða broytingarnar ikki so øgiliga stórar samanborið við núverandi HF.  Samansetingin av lærugreinum er eitt sindur broytt, m.a. verður danskt nú roknað sum eitt fremmandamál og kann veljast sum eitt av kravdu  fremmandamálunum, men annars er bygnaðurin og valmøguleikarnir á leið teir somu, sum í núverandi HF-útbúgving.

Hinvegin eru broytingarnar frá málsligu deild til Hugbreyt og frá støddfrøðiligu deild til Náttúrubreyt rættiliga umfatandi.  Samansetingin av kravdum lærugreinum er øðrvísi enn á núverandi studentaskúladeildum. Breytirnar báðar eru fakliga smalari enn verandi studentaskúladeildir.  Men samstundis eru munandi fleiri val løgd út til einstaka næmingin at taka støðu til.  Hetta hevur bæði fyrimunir og vansar fyri næmingin. Tað er ein fyrimunur fyri tann næmingin, ið megnar at gjøgnumskoða møguleikarnar í skipanini og brúka teir til at leggja sína útbúgving til rættis eftir egnum ynskjum.  Men fyri størsta partin av næmingunum vil tað vera torført at gjøgnumskoða, hvussu ein velur seg fram til ein fakligan profil, sum hóskar einum sjálvum, og samstundis tryggjar eitt prógv í síðsta enda, sum gevur breiða atgongd til eitt so breitt úrval av hægri útbúgvingum sum møguligt.

Tí hevur Føroya Studentaskúli og HF-skeið valt at skipa Hugbreytina og Náttúrubreytina við lestrarleiðum, har nøkur val eru bólkaði saman í profilar, og sum einstaki næmingurin kann velja seg inná eftir áhuga.  Hóast nøkur val eru gjørd fyri næmingin, tá hann velur seg inn á eina lestrarleið, so eru á øllum lestrarleiðunum varðveitt 3 frí val, sum næmingurin kann nýta eftir egnum tykki.

Lestrarleiðirnar: Hvat eru tær og hví verða tær stovnaðar?

Lestrarleiðirnar eru skipaðar lestrartilgongdir á Hugbreytini (máldeildin) og Náttúrubreytini (støddfrøði- og náttúrudeildin), har skúlin hevur lagt nøkur av valunum, ið liggja í skipanini føst frammanundan. Endamálið er at gera valið hjá næmingunum lættari at yvirskoða, og at tryggja møguleikarnar fyri tvørfakligum samstarvi, sum nýggja breytaskipanin leggur upp til.

Valið hjá næmingunum verður forskotið frá einum vali av nógvum einstøkum vallærugreinum, sum tað kann vera ringt at gjøgnumskoða fakliga samanhangin í og lestrarligu fyrimunirnar ella ófyrimunirnar av, til eitt val av  "pakkum"  av lærugreinum, sum eru lagdir til rættis við einum greiðum fakligum profili og samanhangi og við atgongd til víðari útbúgvingar í huga. Í øllum lestrarleiðunum varðveitir einstaki næmingurin 3 frí val.

Í lestrarleiðunum verða nakrar lærugreinir knýttar saman og hava møguleikan at samstarva tvørfakliga.  Leiðirnar eru lagdar soleiðis til rættis, at lærugreinirnar styrkja hvørja aðra fakliga, og soleiðis at lærugreinarnar hava felags øki, sum náttúrligt er at samstarva um.

Við lestrarleiðunum missir næmingurin ein part av tí fría valinum, sum liggur í breytaskipanini. Men fyrimunirnir við lestrarleiðunum eru fleiri:

Námsfrøðiliga er tað ein fyrimunur fyri næmingarnar at fylgjast við einum og sama flokki í flestu lærugreinum gjøgnum øll trý árini.  

Tað at flokkarnir fylgjast í ávísum lærugreinum, skapar møguleikar fyri tvørfakligum samstarvi í hesum lærugreinunum.  Hetta letur seg ikki gera í vanligum vallærugreinabólkum.

Tá næmingarnir frammanundan hava valt seg inn á lestrarleiðirnar, eru teir tryggjaðir at fáa tær vallærugreinir, sum liggja í lestrarleiðini.  Um skipanin einans er grundað á frí val, so kann tað í fleiri førum henda, at nakrir næmingar ikki fáa síni val, tí nakrar lærugreinir ikki verða stovnaðar, tí ov lítil undirtøka er. Eisini kann tað vera ymiskt frá ári til ár, um ein lærugrein verður stovnað ella ikki. Hetta er óheppið fyri t.d. skiftisnæmingar, ið fara uttanlands, ella næmingar, ið taka ein steðg í eitt ár ella ganga eitt miðnámsskúlaár umaftur, tí hesi kunnu ikki vera vís í at halda fram við somu lærugreinum, tá tey byrja aftur.

 
 

Tit kunnu lesa meira um lestrarleiðirnar við at fylgja leinkunum til vinstru ella niðanfyri:

Hugbreytin:

Málleið

Samfelagsleið

Listaleið

Almenn leið

Nátturbreytin:

Science-leið við alisfrøði

Science-leið við evnafrøði

Lívfrøðis- og ítróttarleið

Samfelagsleið

 

 

 
F°roya Studentask˙li og HF Skei­  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 HoyvÝk  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624