Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 Hoyvķk
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 ķ viku 13






Skślin 
Endamįlsoršing 
Breytaskipanin 
ABŠ 
Reglugeršir 
Minnisgrunnur Sjśrš N. Lützen 
Frįveruskrįseting 
Trygdarskipan og trygdarumboš 
Nevndir 
Nęmingarįšiš (e-post) 
Tęnastur 
Próvtųkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nżggjar nęmingar 
Vegleišingar 
Lęrugreinar 
Tķšindi 
Slóšir 
Kalendarin 
Tķmatalvur 
Intranet 
Samband 
Frįveruskrįseting
 

Øll fráveruskráseting fer fram á hendan hátt:


1. frávera verður skrásett sum 1 blokkur
2. skrásett verður tá ið tímin byrjar
3. næmingur, ið kemur aftaná at lærarin hevur skrásett, verður skrásettur at vera ov seinur
4. er næmingurin 20 minuttir ov seinur, verður hann skrásettur sum fráverandi
5. 3 ferðir ov seint svarar til ein fráveru-blokk í samanteljingini
6. skúlatengd frávera verður eisini skrásett, men ikki tald við í samanteljingini

Tað merkir:

At um ein næmingur ikki heldur kravið um, at frávera frá undirvísing og vantandi innlatingar av skrivligum uppgávum ikki mugu fara upp um 10% samlað í øllum lærugreinum og ikki upp um 15% í einari einstakari lærugrein, er fylgjan hendan:

1. Næmingurin fær fyrst eina ávaring. Hetta er tann fyrra av tveimum ávaringum, ið næmingurin fær.

2. Verður ávaringin ikki tikin til eftirtektar, so fær næmingin seinnu ávaring. At ávaringin verður tikin til eftirtektar merkir, at næmingurin heldur møtiskylduna og letur skrivligar uppgávur inn – bæði tær sum hann skyldar undan fyrru ávaringini og tær sum fella til innlatingar aftaná.

3.  Um næmingurin eftir hetta framvegis hevur ov stóra fráveru og/ella vantar innlatingar, verður hon/hann burturvíst/ur frá undirvísingini.

Skrásetingin er talgild, og næmingurin kann við at logga seg á skipanina altíð síggja eitt dagført yvirlit yvir støðuna hjá sær sjálvum viðvíkjandi fráveru og innlatingum.

Mentamálaráðið herdi reglurnar fyri fráverur og vantandi innlatingar í Studentaskúla- og HF-kunngerðunum í apríl 2010.  Nýggju orðingarnar í kunngerðunum viðvíkjandi fráveru og vantandi innlatingum kunnu lesast her: 

Leinki til Studentaskúlakunngerðina, §13 um fráverur: http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2001/0000102.htm#Kapittul3

Leinki til HF-kunngerðina, §17 um fráverur: http://www.logir.fo/foldb/kunfo/1996/0000103.htm#Kapittul2


 
 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvķk  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624