|
| Próvtøkur og royndir |  |
| | | STUDENTSPRÓVTØKAN Eitt studentsprógv fevnir um 10 próvtøkur yvir trý ár, umframt høvuðsuppgávuna í 3. s. Høvuðsuppgávan kann skrivast í donskum, føroyskum, søgu ella í eini av teimum lærugreinum, næmingurin hevur á hástigi.
Á málsligu deild verður farið til skrivliga próvtøku aftaná 1.s í støddfrøði. Aftaná 2.s verður farið til skrivliga próvtøku í enskum.
Á støddfrøðiligu deild verður farið til skrivliga próvtøku aftaná 2.s í støddfrøði.
Á báðum deildum fer næmingurin til skrivliga próvtøka aftaná 3. s í føroyskum, donskum og í teimum lærugreinum, hann hevur á hástigi.
Hevur næmingurin valt tvær lærugreinir á hástigi, fert hann/hon til íalt 5 skrivligar próvtøkur og 5 munnligar próvtøkur. Hevur næmingurin valt tríggjar lærugreinir á hástigi, fert hann/hon til íalt 6 skrivligar próvtøkur og 4 munnligar próvtøkur. (Skrivliga próvtøkan í støddfrøði aftaná 1.s hjá málslingunum telur ikki við í teimum 10 próvtøkunum, uttan so at næmingurin eisini hevur verið uppi munnliga.)
I teimum lærugreinum, ið ikki eru tiknar út sum próvtøkulærugrein, verður ársmetið flutt yvir, so at tað telur við bæði í miðaltali av ársmetunum og í miðaltali av próvmetunum. I hástigslærugreinunum er bæði munnlig og skrivlig próvtøka og fær næmingurin bæði munnligt og skrivligt ársmet.
I miðstigslærugreinunum er bert munnlig próvtøka og fær næmingurin munnligt ársmet.
HF-PRÓVTØKAN Á HF verða ikki givin ársmet. Á próvnum standa bert próvtøkumet. Próvtøka er í øllum lærugreinum, tó ikki í ítrótti og tónleiki á felagsstigi. Endaliga próvtalið í vallærugreinunum støddfrøði og týskum er miðaltalið fyri munnligu og skrivligu próvtøkuna. Fyri høvuðsuppgávuna verður givið serstakt próvtal. Eitt HF-prógv fevnir í minsta lagi um 16 próvtøkur – 4 fyrsta árið og 12 annað árið, og í mesta lagi 19 próvtøkur – 5 fyrsta árið og 14 annað árið.
|
|
skrivligar próvtøkur
|
munnligar próvtøkur
|
|
aftaná 1.hf
|
støddfrøði
|
støddfrøði, týskt framh., lívfrøði, alis/evnafrøði, samfelagsfrøði
|
|
aftaná 2.hf
|
danskt, enskt, føroyskt og møgulig vallærugrein
|
danskt, enskt, føroyskt, geografi, religión, søga, fremmand mál og vallærugreinir
|
Próvtøkurnar liggja í mai-juni, umframt sjúkraroynd í august-september. Tað ber til at fara til próvtøku 2 ferðir í somu lærugrein. Seinnu ferð verður altíð farið til próvtøku í fullum pensum.
|
|
|
|
|