|
| Tilbúgvingarætlan |  |
| | |
Inngangur
Upprunin til hesa tilbúgvingarætlan
er eitt ynski frá bæði næmingum og
starvsfólkum um eina skipaða ætlan í sambandi við
trupulleikan,
tá næmingar ella starvsfólk koma í kreppu ella sorg.
Tað er trupult at nærkast tí
syrgjandi, og ofta gerst hesin einsamallur, tí tøgn valdar uttan um hann. Vit
eru øll medmenniskju, og ætlanin er tann, at vit ongantíð eiga at gera støðuna
verri, enn hon longu er.
Tilbúgvingarætlanin er vegleiðandi; tað avgerandi er ikki ein reglugerð, men at
vit sum vaksin fólk eru ella gerast tilvitað um, hvat vit siga, gera og ikki
gera í ávísari støðu. Av størsta týdningi er tó, at vit øll kenna felags ábyrgd
og ongantíð kenna okkum einsamøll, tá sorgin rakar. Tilbúgvingarætlanin er eitt
amboð, ið til ber at taka fram í ávísari støðu. Rektarin hevur høvuðsábyrgdina
av, at tiltøk verða sett í verk, og er rektarin av onkrari orsøk ikki til
staðar, hevur vararektarin ella leiðslan ábyrgdina, sum vanlig mannagongd er á
skúlanum.
Felags missur:
|
· |
Rektarin
hevur ábyrgdina av, at tosað verður við heimið |
|
· |
Rektarin
kunnar starvsfólk, næmingar og lestrarvegleiðingina |
|
· |
Ábyrgdarlærarin skipar fyri fundi við hinar lærararnar, og skipað verður
fyri tiltøkum |
a)
Næmingur hevur
verið leingi sjúkur:
|
· |
Leiðslan
kunnar starvsfólk og flokkin |
|
· |
Flaggið
vundið á hálva stong |
|
· |
Aðrir
næmingar fáa boð um, hví flaggað verður |
|
· |
Minningarhald |
b)
Um næmingur
brádliga doyr:
|
· |
Fer
hendingin fram í skúlans umhvørvi, skal rektarin beinanvegin seta seg í
samband við heimið |
|
· |
Rektarin
boðar starvsfólkunum til fundar, so skjótt boðini eru komin og kunnar um, hvat er
farið fram |
|
· |
Rektarin
ber flokkinum boðini og greiðir frá tilburðinum |
|
· |
Møguleiki
at leggja tímar niður og at skipa dagin á serligan hátt. Starvsfólkini fáa
ymsar uppgávur í hesum sambandi. Tað er av týdningi at flokkurin er saman um
hendingina |
|
· |
Rektarin/lærarar meta støðuna í flokkinum og syrgjast má vera fyri, at ongin
verður einsamallur, ið tørvar hjálp |
|
· |
Næmingarnir á skúlanum fáa boðini |
|
· |
Flaggið
vundið á hálva stong, tá øll hava fingið boðini. Rektarin kondolerar
familjuna |
|
· |
Minningarhaldið verður vanliga dagin eftir |
|
· |
Jarðarferð, har umboð frá skúlanum eiga at vera til staðar |
|
· |
Stuðulsbólkurin kann luttaka í ella taka stig til tiltøk |
|
· |
Rektarin
hevur ábyrgdina av, at starvsfólkini verða kunnað um støðuna og gongdina í
málinum |
|
· |
Rektarin
kunnar næmingar í tann mun, tørvur er á tí |
|
· |
Starvsfólk hava samband við viðkomandi ella heim hansara |
|
· |
Fer
hendingin fram í skúlans umhvørvi, skal rektarin beinanvegin seta seg í
samband við heimið |
|
· |
Rektarin
boðar starvsfólkunum til fundar, so skjótt boðini eru komin og kunnar um, hvat er
farið fram |
|
· |
Rektarin
savnar næmingarnar og greiðir frá støðuni |
|
· |
Undirvísingin verður niðurløgd, so øll hava møguleika at savnast um tað, sum
er farið fram |
|
· |
Starvsfólkið
brúkar part av degnum saman |
|
· |
Flaggið
vundið á hálva stong, tá øll hava fingið boðini. Rektarin kondolerar
familjuna |
|
· |
Minningarhaldið verður vanliga dagin eftir |
|
· |
Skúlin
stongdur, meðan jarðarferðin er |
|
· |
Skúlin
hevur samband við heimið, (og starvsfelagar kunnu vísa sína samkenslu
við á ymsan hátt at bjóða familjuni praktiska hjálp) |
|
· |
Á fyrsta
lærararáðsfundi verður minst tann deyða |
|
· |
Skúlin
“fylgir familjuni upp” (jólaheilsan o.a.) |
|
· |
Rektarin
kunnar lærarar hjá flokkinum um støðuna |
|
· |
Lærararnir
gera av, hvør teirra tosar við næmingin, og gera teir í felag av, um og
hvussu víðari skal farast fram í flokkinum |
|
· |
Eru fleiri
systkin í skúlanum, eigur sama mannagongd at vera fylgd |
|
· |
Lærararnir
fylgja við næminginum ta tíð, hetta krevst (t.d. á karakterfundum, í
lestrarvegleiðingini) |
|
· |
Í tann mun starvsfólkið vil/orkar og heldur
tað vera neyðugt, kunnar hann
starvsfelagarnar um støðuna |
|
· |
Í tann mun
starvsfólkið heldur tað vera neyðugt, men ikki heldur seg til, kann hann venda
sær til rektara/starvsfelagar/stuðulsbólkin, sum kunna um støðuna |
|
· |
Starvsfelagar hava felags ábyrgd at vera um viðkomandi |
|
· |
Er
næmingurin staddur í skúlans umhvørvi, eigur rektarin at senda boð eftir
næminginum og geva honum umgangandi boðini persónliga |
|
· |
Gerst tað
neyðugt, skipar rektarin soleiðis fyri, at næmingurin (og familja) fær
umstøður á skúlanum at sissa seg, fáa umsorgan og ikki gerst einsamallur
ella noyðist at rýma |
|
· |
Rektarin
kunnar næmingarnar í flokkinum |
|
· |
Starvsfólkini
hava felags ábyrgd at kunna rektaran, um tilburður av slíkum slag frættist |
|
· |
Rektarin
metir um, nær og um neyðugt er at ringja til heimið og setir seg í samband
við starvsfólk/lærarar hjá flokkinum |
|
· |
Um
næmingurin er í skúla, verður gjørt av í samráð við hann, hvussu farast skal
fram í flokkinum |
|
· |
Er
næmingurin ikki møttur, gera lærararnir av, hvør teirra skal kunna flokkin |
|
· |
Lærararnir
og flokkurin gera av, hvussu næmingurin kann stuðlast (jarðarferð, vitjan,
skúlaarbeiði o.a.) |
|
· |
Lærararnir
fylgja næminginum, ta tíð hetta krevst (t.d. á karakterfundum, í
lestrarvegleiðingini) |
|
· |
Er
starvsfólkið í skúlans umhvørvi, eigur rektarin umgangandi at senda boð
eftir viðkomandi og geva honum boðini persónliga |
|
· |
Rektarin
skipar soleiðis fyri, at starvsfólkið fær umstøður á skúlanum at sissa seg,
fær
samhuga og ikki gerst einsamallur ella noyðist at rýma |
|
· |
Rektarin
kunnar avvarandi næmingar |
|
· |
Starvsfelagar hava felags ábyrgd at vera um læraran, stuðla og hjálpa |
Minningarhald
Í kreppustøðu er tað av stórum týdningi at
ritual verða fyriskipað, ið eru væl fyrireikað. Skúlin eigur at flagga í hálvari
stong. Familjan eigur at verða boðin við til minningarhaldið.
|
· |
Rektarin savnar starvsfólk og næmingar í
samkomuhøllini dagin eftir, hendingar eru farnar fram |
|
· |
Rektarin kunnar um tað, ið er farið fram |
|
· |
Rektarin røðar |
|
· |
Kanska verður sungið |
|
· |
Starvsfólk/næmingar hava møguleika at bera
fram |
|
· |
Onnur tiltøk møgulig, t.d. tøgn, skúlakór |
Stuðulsbólkurin
Stuðulsbólkurin er
nevnd undir lærararáðnum, ið stuðlar, kunnar og mennir, har tørvur er á tí.
Bólkurin er ikki samansettur av yrkisfólk, men ætlaður sum stuðul til at lætta
um samskifti og at stuðla tí einstaka læraranum, ið ongantíð eigur at kenna seg
einsamallan í sambandi við sorgartilburðir.
Stuðulsbólkurin skipar fyri fundum, fyrilestrum og evnisdøgum.
Fylgir við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari, ognar sær nýggja vitan um evnið
og kunnar starvsfelagar um hetta.
Stuðulsbólkurin eigur at kunna nýggjar
lærarar um til-búgvingarætlan og arbeiði skúlans í hesum sambandi.
Stuðulsbólkurin dagførir tilbúgvingarætlanina, fylgir upp og eftirmetir tiltøk,
ið hava verið og eigur at taka lut á skeiðum hesum viðvíkjandi.
|
|
|
|
|