Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Tann: 20-06-2013 í viku 25
Skúlin 
Próvtøkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar næmingar 
Áðrenn tú byrjar 
Tá ið tú er byrjað/ur 
Vegleiðingar 
Lærugreinar 
Starvsfólk 
Komandi tiltøk 
Slóðir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
Skúlaskipanirnar
 
Studentaskúlin í Hoydølum bjóðar tær tvær miðnámsútbúgvingar at velja í millum. Eina 3-ára studentsútbúgving ella eina 2-ára HF-útbúgving.
Harumframt er tað møguligt at verða stakgreinalesandi á báðum skipanum.
 
Studentaskúlaskipanin

Útbúgvingin tekur 3 ár og kann takast sum beinleiðis framhald av 9. ella 10. flokki.

Upptøkutreytirnar kanst tú lesa her.

Frálæran hevur tvinni meginendamál:

  • at veita eina almennandi útbúgving
  • at fyrireika næmingin til lestur við hægri læristovn

At útbúgvingin er "almennandi" merkir millum annað, at ikki verður stýrt ímóti ávísum yrki ella ávísum lærdum lesnað.  Harafturímóti verður roynt at geva næminginum høvi at menna seg sjálvan, soleiðis at tann vitan og tað kynstur, hann ognar sær, gerst grundarlag fyri at skilja og ávirka tað samfelag, hann livir í.

At útbúgvingin fyrireikar til lestur við hægri læristovn merkir, at tað fakliga stigið móti endanum kemur upp ímóti tí, ið t.d. lærdir háskúlar nýta á teirra byrjunarskeiðum.


Ætlar tú tær í holt við eina studentsútbúgving:

1. Mást tú velja millum málsligu- ella støddfrøðiligu-deild

   Niðanfyri eru víst dømi fyri ávikavist málsligu deild og støddfrøðiligu deild.


2. Velja fremmandamál:

   á málsligu-deild millum: franskt, russiskt ella spanskt
   á støddfrøðiligu-deild millum: franskt, russiskt, spanskt ella týskt

 Á báðum deildum eru nakrar tvungnar lærugreinir umframt nakrar vallærugreinir.
Í 1.s eru bert tvungnar lærugreinir íroknað valda fremmandamálið. Enskt er tvungin lærugrein hjá øllum næmingum í 1. og 2.s.
Í 2.s eru bæði tvungnar lærugreinir umframt 1 vallærugrein - antin á hástigi ella á miðstigi.
Í 3.s eru bæði tvungnar lærugreinir um framt 3 ella 4 vallærugreinir - har av minst 2 eru á hástigi.

Yvirlit yvir allar lærugreinir og stig


Skúlin bjóðar ikki á hvørjum ári allar vallærugreinirnar.

PRÓVTØKAN. Tú skal til 10 próvtøkur - 5 munnligar og 5 skrivligar umframt eina stóra skrivliga uppgávu (høvuðsuppgávan), sum skal skrivast í 3.s. Tær skrivligu eru enskt fyri málsligar aftnaná 2.s og støddfrøði fyri støddfrøðingaranr aftaná 2.s, og føroyskt,  danskt og tær báðar hástig vallærugreinirnar. Vanliga hevur tú verið til tvær munnligar próvtøkur, tá ið 2.s er liðugur. Sostatt eru vanliga 3 munnligar próvtøkur eftir til 3.s.
Sostatt telur skrivliga próvtøkan í støddfrøði hjá málsligu næmingunum í 1.s ikki við í tær 10 próvtøkurnar.
Velur tú tríggjar hástig vallærugreinir skalt tú til tilsvarandi 4 munnligar og 6 skrivligar próvtøkur. 
MMR ger av hvørjar
munnligar próvtøkur tú skal til. 
Høvuðsuppgávan fær tú eina viku at skriva. Tú kanst velja at skriva hana millum danskt, føroyskt, søgu ella eina av hástig vallærugreinunum.

munnligar próvtøkur tú skal til. 
Høvuðsuppgávan fær tú eina viku at skriva. Tú kanst velja at skriva hana millum danskt, føroyskt, søgu ella eina av hástig vallærugreinunum.

Stutt yvirlit yvir próvtøkurnar.

Harumframt  er møguligt at lesa tær ymisku lærugreinirnar sum stakgreinalestur.
 


HF-lesturin var upprunaliga ætlaður tilkomnum fólki, sum kanska hava verið í vinnu eina tíð og so gerast greið yvir, at teimum tørvar eitt prógv, sum kann geva teimum rættindi til framhaldandi útbúgving.

Upptøkutreytirnar kanst tú lesa her.

Ætlar tú tær í holt við eina HF-útbúgving:

 

 

 



 Eitt vanligt HF-prógv fatar um:
 Eitt dømi er víst her.

 

A er hægsta gymnasiala støði, C er tað lægsta. Heitini verða nýtt alla staðni í undirvísingarverkinum. Vanliga krevst eitt lægri stig fyri at taka heitt hægri.

Yvirlit yvir allar lærugreinir og stig

PRÓVTØKAN. Tú fær ikki støðumet eins og næmingarnir á studentaskúlanum, men tú kanst altið práta við læraran um støðuna. Allar lærugreinir, við undantakið av krea-lærugreinunum, enda við eini próvtøku.
Í 1.hf skal tú skriva eitt uppgávu í føroyskum og eina í søgu.
Í 2.hf skal tú skriva eina høvuðsuppgávu í antin donskum, føroyskum, geografi, religión, søgu ella í einum av vallærugreinunum.
Fyri at standa próvtøkuna skal tú hava minst 6 í miðal. 

Stutt yvirlit yvir próvtøkuna


Hægri fyrireikingarprógv (HF) kann ein taka soleiðis:

  • sum lesandi á 2 ára dagskeiðið (tað mest vanliga)
  • sum stakgreinalesandi, t.v.s. tú tekur bert eina ella nakrar lærugreinir hvørt ár. Vanliga gongur ein á holdi saman við teimum, sum ganga á dagskeiðinum.
  • sum sjálvlesandi, t.v.s. tú fylgir ikki dagligu frálæruni, men lesur sjálvur og fert til próvtøku sum hini, men við nakað størri pensum.

Tað má metast at vera skilagott at fáa sær eina breiða útbúgving sum studentur ella HF-ari, áðrenn farið verður í holt við at gera seg serkønan. Jú breiðari støði, tú stendur á, jú lættari er at taka av nýggjum avbjóðingum.

 

1. allar 7 felagslærugreinirnar 4. eina av vallærugreinunum í bólki 1
2. eina av vallærugreinunum í bólki 2 5. tvær av vallærugreinunum í bólki 3
3. minst tvær av vallærugreinunum í bólki 4 6. høvuðsuppgávuna







1. mást tú velja 1 av kreativum fakum: evning, ítróttur ella tónleikur
2. velja 2 av 3 náttúruvísindafakunum: alis/evnafrøði, lívfrøði og samfelagsfrøði
3. velja 1 av fremmandamálunum: franskt, russiskt, spanskt ella týskt
 
 
Føroya Studentaskúli og HF Skeið  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624