Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Tann: 08-09-2010 í viku 36
Skúlin
Umsitingin
Endamálsorðing
Skúlaskipanin
ABÐ
Reglugerðir
Minnisgrunnur Sjúrð N. Lützen
Fráveruskráseting
Nevndir
Próvtøkur og royndir
Til nýggjar næmingar
Vegleiðingar
Lærugreinar
Starvsfólk
Næmingar
Tiltøk
Slóðir
Kalendarin
Intranet
Webmaster
Vælkomin
 
Heimasíðan er gjørd fyri at kunningin um skúlan kann vera einiri størri fjøld at gagni. Henda síðan er ein partur av andliti skúlans úteftir. Nú eru so nógvar heimateldur íbundnar internetið, at tað er møguligt hjá næmingum og foreldrum at leita sær upplýsingar um skúlan heimanífrá. Eisini hjá føroyingum í útlondum kann henda heimasíðan vera hent, um tit hugsa um at senda børnini heim at ganga í skúla.

Í endamálsorðing skúlans stendur at: "skúlin skal vera virkin bæði í nær- og fjarumhvørvinum". Henda síðan er ein roynd at røkka hesum endamáli.

Tað ber til at skriva til starvsfólkini við at klikkja beinleiðis á meyladressuna hjá teimum.

Ætlanin er at betra heimasíðuna so líðandi, sum vit venjast við at nýta henda sterka miðilin, ið kann brúkast til so mangt, har tað bert er hugflogið, ið setur markið.

Hjá gomlum næmingum, heima og úti, er eisini hent at vitja aftur at síggja, um nakað er broytt við manningini á skúlanum, og hvat hendir á skúlanum.

Føroya elsti miðnámsskúli setur eina æru í at nýta nýggjastu tøknina í frálæruni, samstundis sum kravið um hægsta fakliga støði altíð skal vera stevnumiðið.

Um tit hava hugskot um ábøtur á heimasíðuna, ella um okkurt er, sum vit ikki hava hugsað um, ið tit halda átti at verið á heimasíðuni, eru tit vælkomin at meyla til webmaster um hetta. So skulu vit taka hetta upp til viðgerðar. Gløgt er gestsins eyga.

Mikkjal Helmsdal, rektari

 

 
   

 

 

 




 

 
Føroya Studentaskúli og HF Skeið  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624