Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 Hoyvķk
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 ķ viku 13






Skślin 
Endamįlsoršing 
Breytaskipanin 
ABŠ 
Reglugeršir 
Reglugeršir fyri feršing 
Nįmsfrųšiligar reglugeršir 
Minnisgrunnur Sjśrš N. Lützen 
Frįveruskrįseting 
Trygdarskipan og trygdarumboš 
Nevndir 
Nęmingarįšiš (e-post) 
Tęnastur 
Próvtųkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nżggjar nęmingar 
Vegleišingar 
Lęrugreinar 
Tķšindi 
Slóšir 
Kalendarin 
Tķmatalvur 
Intranet 
Samband 
Almennar reglur
 

      ALMENNAR REGLUR FYRI FØROYA STUDENTASKÚLA OG HF - SKEIÐ

§ 1.  Øll á skúlanum eiga at sýna umhugsni og sømiligan atburð, soleiðis at skúlin kann virka øllum at gagni.

2. stk. Fyrilit skal havast fyri øllum teimum, sum virka á skúlanum, fyri húsinum og tí, sum inni er. Hetta viðførir m.a.;

·       at ágangur, herundir eisini happing verður ikki toldur, og verður revsaður sambært galdandi reglum í Studentaskúla- og HF-kunngerðini Um nakar við vilja ella av grovum ósketni hevur gjørt skaða á tað, sum er á skúlanum: veggir, innbúgv, undirvísingaramboð o.t. skal viðkomandi vanliga gjalda endurgjald.

·       at tól, ið eru til ampa fyri onnur á skúlanum, ikki verða nýtt

·       at ikki verður etið og drukkið, roykt o.t. á øðrum støðum, enn har tað er loyvt

      at trygdarreglur skúlans verða fylgdar, herundir reglur skúlans um parkering

·       at ikki verður hildin gangur ella at næmingar á annan hátt ikki eru til ampa fyri hini

3. stk. Øll hava skyldu til at rætta seg eftir øllum ordans- og trygdarreglum, sum eru á skeltum, uppsløgum á bókasavni, laboratorium, undirvísingarhølum, próvtøkuhølum, á gongini og á matstovuni.

4. stk. Reglur sum skúlin hevur gjørt og tær, sum eru gjørdar fyri skúlan, skulu yvirhaldast.

Fráboðan til rektaran.

§ 2. Um reglur ikki verða hildnar, skal sigast frá til rek­taran.

2. stk. Verður okkurt kriminelt gjørt (t.d. hóttanir, harðlig framferð, herverk, eldáseting, tjóvarí), skal rektarin beinanvegin hava frágreiðing. Rektarin tekur avgerð um, um løgreglan skal fráboðast, og um avgerð skal takast um tær revsingar, sum eru nevndar í § 3, og aðrar, sum hava samband við skúlans viðurskifti.

Revsingar.

§ 3. Rektarin hevur hesar møguleikar fyri revsing. a) Hann kann geva ávaring. b) Vísa næmingi burtur frá próvtøku. c) Vísa næmingi burtur frá skúlanum.

2. stk. Næmingur kann søkja um at ganga umaftur. Lærarafundurin gevur viðmæli, rektarin tekur avgerð.

3. stk. Næmingur kann verða burturvístur frá skúlanum, um hann - álvarsliga ella fleiri ferðir -  hevur brotið tær reglur, sum eru nevndar í § 1.

4. stk. Burturvísing kann verða med alla ella fyri eitt ár.

(sí Studentaskúlakunngerðina § 14).

Framferðarháttur.

§ 4. Rektarin skal fylgja almennum reglum í umsitingarlógini, m.a. so at ákærdi fær høvi til at koma við sínum viðmerkingum, áðrenn avgerð verður tikin.

2. stk. Rektarin skal kalla ákærda til samrøðu fyri at fáa nærri innlit í sakarmálið. Næmingur hevur rætt til hjásitara.

3. stk. Avgerðin hjá rektaranum næmingum viðvíkjandi kann leggjast fyri Mentamálaráðið, smb. løgtingslóg um Studentaskúlar v.m. §18 og løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m., (sí eisini Studentaskúlakunngerðina § 24 og 30 og HF-kunngerðina § 23.)


                                                    EKSTERNAR   REGLUR.

Ferðing.

Sí serstaka reglugerð.

Møtiskylda og fráverur.

(sí Studentaskúlakunngerðina § 13 og HF-kunngerðina § 17)

Møtiskylda.

Næmingar hava skyldu til at fylgja undirvísingini, herundir lata inn skrivlig avrik. Hetta er ikki bert galdandi fyri undirvísingina sum heild, men fyri hvørja einkulta lærugrein. Studentaskúlanæmingar hava skyldu til at fara upp til ársroynd eftir 1. og 2. studentaskúlaflokk og til várroynd í 2. og 3.s. 

Næmingur, sum ikki fer til oman fyri nevndu royndirnar í 1. og 2. s kann ikki verða fluttur upp í flokk.  Næmingur, sum ikki fer til várroynd í 3. s kann ikki fara til próvtøku.

Fráverur.

Protokoll verður førd hvønn tíma, og samlað uppgerð verður gjørd hvønn mánað, vantandi innlating av skrivligum avrikum verður skrásett og viðgjørd á sama hátt. Næmingar verða kunnaðir um sítt fráveruprosent.

Ávaringar og próvtøkur:

1.           Fer fráveruprosentið upp um eitt ásett mark (sambært Studentaskúla- og HF-kunngerðunum), verður næmingurin kallaður til samrøðu. Bert ein samrøða er øll 3 studentaskúlaárini.

2.           Heldur næmingurin - eftir meting hjá rektaranum - fram við fráverum, fær hann eina munnliga ávaring, næmingurin ella foreldur /verji - um hann er undir 18 ár - skal vátta skrivliga, at hon er móttikin.

3.           Halda fráverurnar enn fram, fær næmingur skrivliga ávaring móti kvittan ella í innskrivaðum brævbjálva.

4.           Meginreglan er, at fer fráveruprosentið - eisini í skrivligum avrikum - upp um 15 % í eini einstakari lærugrein, ella 10% samlað, skal næmingurin til próvtøku eftir serligum treytum í øllum lærugreinum.

5.           Heldur næmingurin fram við at misrøkja undirvísingina, kann rektarin gera av, at næmingurin verður burturvístur frá undirvísingini. Hesir næmingar hava rætt til at fara til próvtøku sum sjálvlesandi.

ÚS.

Rættindi til stuðul frá ÚS: sí faldara frá Stuðulsstovninum , sum er á lestraveg-leiðaraskrivstovuni.

Næmingur missir ÚS:

1.           Um skúlin áleggur/mælir næmingi til at gevast ella ganga umaftur.

2.           Um næmingur ikki verður innstillaður til próvtøku.

3.           Um næmingur skal til próvtøku eftir serligum treytum, tekur Stuðulsstovnurin støðu til -eftir tilmæli frá skúlanum - um viðkomandi skal varðveita stuðulin.

Próvtøka.

Sí próvtøkukunngerð.

Sjúkraundirvísing og stuðulsundirvísing.

Sjúkraváttan skal bert vísast, um næmingur hevur verið burtur meiri enn 10 skúladagar.

Um mett verður, at næmingur verður sjúkur í meira enn 2 vikur (10 skúladagar), kann sjúkraundirvísing - upp til 8 vikur (40 skúladagar) - fáast í lag. Sjúkraundirvísingin má tó ikki fara upp um 5 tímar um vikuna.

Næmingar við breki kunnu fáa stuðulsundirvísing ella aðra hjálp eftir tørvi.

Útmelding.

Áðrenn útmelding skal næmingurin til samrøðu við lestrarvegleiðaran. Útmelding skal vera skrivlig. Um næmingur er undir 18 ár, skula foreldur ella verji skriva undir. Áðrenn næmingurin fer, skulu allar læntar bøkur latast aftur.


 

                                                      INTERNAR   REGLUR.

Bókasavn.

Upplatingartíðir : sí uppslag. Næmingar hava bert atgongd til bókasavnið í upplatingartíðini, har bókavørður er at geva leiðbeining í at finna hóskandi tilfar.

Bøkur verða bert læntar næmingum í upplatingartíðini. Ongin bók má takast frá bóka-savninum, uttan at læniseðil verður skrivaður og lagdur í datumkassan. Endurgjald skal gjaldast fyri burturmistar bøkur smb. reglur hjá Bókasavninum.

Teldur:

Telduhølið kann nýtast smb. ásettu reglum frá telduvegleiðarunum.

Teldurnar á gongini eru fyrst og fremst til skúlabrúks.

Matur og drekka.

Kantinan er opin: sí uppslag um upplatingartíðir.

Øll hava skyldu til at rudda eftir sær, tá tey hava etið. Borðiskar, knívar gaflar o.t. skal setast á tey borð, sum eru sett til hetta. Tað er ikki loyvt at taka borðbúnað við sær úr kantinuni.

Tey, sum hava matpakka og drekka við, kunnu fáa sær tað í vanligum undir-vísingarhølum, ikki í serstovum. Tað er ikki loyvt at eta og drekka í tímunum.

Parkering og ferðsla.

Av trygdarávum er ikki loyvt næmingum at hava bil parkeraðan á skúlans øki.

Annars eru almennar reglur fyri parkering og ferðslu eru galdandi á skúlans øki.

Parkering í túninum er bert loyvd í parkerings­básunum. Parkering uttan fyri uppmerktan bás verður eisini mett sum brot á trygdarreglur skúlans.

Reingerð og rudding.

Øll hava skyldu til at rudda eftir sær, so skúlastovurnar eru reinar og nossligar, tá undirvísingin byrjar. Tey, sum nýta skúlan eftir, at tað er gjørt reint, skulu lata hølini frá sær í sama standi, sum tey vóru í, tá tey komu. Seinasti flokkur setur stólarnar upp á borðini. Annars verður víst til røklaskipanina.

Royking.

Royking er bert loyvd á roykiøkjum skúlans.

Rúsdrekka og rúsevni

Tað er ikki loyvt at nýta rúsdrekka ella rúsevni á skúlanum. Tað er heldur ikki loyvt at møta á skúlanum ávirkað/ur av rúsdrekka ella rúsevnum. Serstakar reglur um rúsdrekka eru galdandi fyri veitslur. Brot á hesar reglur, verða revsað sambært § 3.

Telefon.

Telefonkort er til keyps á skrivstovuni.

Næmingar skulu ikki nýta innanhýsistelefonina at koma í samband við skrivstovuna, men skulu sjálvir fara inn á skrivstovuna.

Skrivstovan tekur bert ímóti telefonboðum til næmingar, um okkurt álvarsamt er á vási.

Fartelefonir skulu vera sløktar og burturbeindar í tímunum. Brýtur næmingur hesa reglu, verður hann burturvístur úr tímanum.

Brýtur lærari hesa reglu, hava næmingar rætt til at gera vart við hetta hjá rektaranum.

Til próvtøku og roynd er ikki loyvt at hava fartelefon hjá sær.

Telefonketur.

Hvør flokkur og hvørt hold skal á hvørjum ári í byrjanini av árinum gera telefonketu og lata hana inn á skrivstovuna, sum kopierar eitt eintak til hvønn næming og til lærararnar.

Veitslur.

Samstarvsnevndin tekur avgerð um, nær veitslur verða hildnar. Umsókn skal vera samstarvsnevndini í hendi í minsta lagi 14 dagar áðrenn ætlaðan veitsludag. Tilskilast skal, hvat inntøkan av veitsluni skal ganga til.

Teir næmingar, sum skipa fyri, hava ábyrgdina av, at alt gongur fyri seg á sámuligan hátt, og hava endurgjaldsskyldu, um nakað verður brotið. Duravørðar skulu ikki hava tilknýti til skúlan og hava ábyrgd av, at ásettu reglur viðvíkjandi atgongd, verða hildnar. Rektarin ásetur neyvari reglur fyri veitsluhaldið. Rektarin skal hava undirskrift frá høvuðs-ábyrgdarhavarunum.

Fyrireikararnir hava ábyrgd av, at rúsdrekkalógin verður hildin.


                                    VÁTTAN.

 

Flokkurin .................... fer til .............................. (stað) ............................ (tið)

Lærarar:     ......................................................... (navn)

            ......................................................... (navn)

 

Ferðin fer at kosta .............   [1] fyri hvønn, peningurin er fyri:


1. Ferðina Føroyar - ..............og aftur við ...........

2. ........................................................

3. ........................................................

Ikki við í kostnaðinum :

4.                trygging

5.                ........................................................

6.                ........................................................

7.                ........................................................

Eg eri við í spariskipanini  ja .........   nei .........

Um nei : eg vátti hervið, at eg fái pening til vegar á henda hátt

.......................................................................................

......................................................................................

(Undirskrift. Foreldur/verji, um næmingur er yngri enn 18 ár:

Eg vátti hervið, at eg komi við.

Dato .......................................

Undirskrift ............................................................................


                                                                                   Lestrarferð. Váttan.

Tú ætlar tær av stað á lestrarferð, tí vilja vit kunna teg um fylgjandi:

 

1.          Næmingar hava sjálvir ábyrgd av tí tey gera, tá tey ikki eru saman við lærarum.

2.          Næmingar hava skyldu at gera, sum lærari sigur. Brýtur næmingur hetta álvarsliga, kann viðkomandi verða sendur heim í úrtíð fyri egnan pening og hevur sjálvur ábyrgd av tí.

3.          Er næmingur ikki við á teimum tilrættaløgdu túrunum, verður hetta roknað sum vanligt brot á møtiskylduna, og verður hann revsaður eftir vanligu reglunum.

4.          Um lærari verður noyddur at lata næmingi pening, skal peningurin gjaldast aftur beinanvegin, flokkurin er komin heim.

5.          Næmingar skulu sjálvir gjalda ferðatrygging.

 

                   Hervið vátti eg, at eg skal halda hesar treytir

 

                   ......................   ...............................

                   dato                                                                                      navn

 

                                                                                              ................................

                                                                                              foreldur/verji

 

Navn:.........................................................................  Tlf.nr................

Bústaður:....................................................................  Pass nr.............

         ...............................................................

 

Er neyðugt at fáa fatur á onkrum heima, meðan vit eru burtur, so eru tey at hitta her:

 

Navn:.........................................................................  Tlf.nr........................heima

Bústaður:...................................................................  Tlf.nr.................…...á arb.

         .................................................................

 

Navn:.........................................................................  Tlf.nr.......................heima

Bústaður:...................................................................  Tlf.nr...................... á arb.

         .....................................

 

Heilsustøða:

 

Eg toli penisilin   ja/nei

Eg havi henda heilivág við          ....................................

.....................................................................................

.....................................................................................

(Minnst til at hava reseptina við)

 

Er annað, sum er neyðugt, at vit fáa at vita, so skriva tað her. Vit hava tagnarskyldu:

.....................................................................................

.....................................................................................

.....................................................................................

.....................................................................................

.....................................................................................

..................................................................................... 


    [1] Hesin prísur er galdandi um ferðalagið verður____ næmingar og ___ lærarar. Koma færri við, hækkar prísurin.

 

 
 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvķk  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624