Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 Hoyvķk
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 ķ viku 13






Skślin 
Endamįlsoršing 
Breytaskipanin 
ABŠ 
Reglugeršir 
Minnisgrunnur Sjśrš N. Lützen 
Frįveruskrįseting 
Trygdarskipan og trygdarumboš 
Nevndir 
Nęmingarįšiš (e-post) 
Tęnastur 
Próvtųkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nżggjar nęmingar 
Vegleišingar 
Lęrugreinar 
Tķšindi 
Slóšir 
Kalendarin 
Tķmatalvur 
Intranet 
Samband 
Endamįlsoršingin
 
Endamálið er at fremja og menna næmingsins persónsmensku á heimligum støði við atliti at føroyskari mentan og siðaarvi, at gera næmingin føran fyri at liva og virka, búnast og mennast í føroyska samfelagnum til gagns fyri seg og landið í samskifti, tolsemi og samhaldi við medmenniskju síni á fólkaræðisligari grund.

 

SKÚLIN INNANHÝSIS

1. Skúlin skal altíð vera á høgum fakligum og pedagogiskum støði.

Frálæran er týdningarmesta amboð skúlans. Tað er ígjøgnum frálæruna, at skúlin røkkur endamálunum í studentaskúla- og hf-kunngerðunum um eina almennandi og lestrar-fyrireikandi útbúgving. Tí skal frálæran vera á hægsta fakliga og pædagogiska støði.


Tann undirvísingarliga tilgongdin er eitt samspæl millum lærarar og næmingar. Í hesum felagskapi verða sett krøv til hvønn einstakan um engagement og virksemi í eini opnari samveru við virðing, hvør fyri øðrum.

  • Í allari frálæru verður menningin av næmingunum sett í hásæti.
  • Tann einstaki næmingurin hevur innanfyri galdandi lesiætlan medábyrgd fyri innihaldinum og gongdini í frálæruni.
  • Frálæran skal gera næmingarnar sjálvstøðugar.
  • Næmingar, ið ynskja fakliga hjálp í samband við skúlagongdina, skulu hava møguleikan at fáa hesa hjálp í einum lektiuverkstaði.
  • Lærararnir hava rætt og skyldu so ofta sum gjørligt - t.d. samlað 3-5  ársverk um árið - bæði at halda við líka og menna fakliga og pedagogiska førleikan í samband við endurútbúgvingar og skeið.
  • Lestrarvegleiðingin skal vera ein ráðgeving á høgum tænastustøði.
  • Høga fakliga, pedagogiska og sosiala støðið skal tryggja at flest møguligir næmingar klára at fullføra eina útbúgving á skúlanum.

At fakliga og pedagogiska støði støðugt verður hildið á einum nóg høgum støði skal tryggjast við:

  • Evaluering av frálæruni, lesiringar, pedagogiskir dagar, læraratoymi o.t..

 

2. Skúlin skal altíð hava góðar fysiskar karmar.

Bygningarnir, gamlir ella nýggir, skulu altíð nøkta allar teir mongu møguligu starvshættirnar  innan skúlan við lokkandi og tíðarhóskandi kørmum.

  • Strembað verður alla tíðina ímóti, at øll á skúlanum taka sín part av ábyrgdini, at væl verður farið um innbúgv, bygningar og umhvørvi skúlans.
  • Viðlíkahaldsætlan og samsvarandi fíggjarjáttan verður løgd fleiri ár fram í tíðina.
  • Fysiska arbeiðsumhvørvið skal altíð vera á hædd við tey krøv frálæran setur.
  • Hølini á skúlanum skulu so hvørt laga seg eftir tørvinum á tíðarhóskandi lestrar- og arbeiðshølum.

 

3. Skúlin skal menna einstaka næmingin.

Verandi lærugreinir innan humaniora, náttúru- og samfelagsfrøði í Studenta- og HF-skipanina eiga at tryggja næminginum eina almenna vitan um grundstøði í okkara mentan, tá ið hugsað verður um etisk, mentanarlig, søgulig, átrúnaðarlig, náttúruvisindalig og kunningartøknilig viðurskifti.

  • Næmingurin skal við støði í omanfyristandandi í sjálvari skúlagongdini, og í samveru við aðrar næmingarnar og lærararnar fáa umstøður, í einum opnum og tollyntum umhvørvi, at taka støðu til grundleggjandi spurningar, ið kunnu verða við at stimbra menningina og sjálvsálitið hjá tí einstaka næminginum.

 

4. Skúlin skal vera skapandi.

Skúlin skal eisini kveikja menningina av skapandi evnum hjá næminginum, bæði í almennu frálærutilgongdini og í samband við tær listarligu og handaligu lærugreinirnar. Harumframt eiga allir næmingar meðan teir eru á skúlanum at sleppa at royna seg í eini størri verkætlan, har ymiskar skapandi lærugreinir arbeiða saman.

  • Ítróttardagar, evnisdagar, tónleikaframførslur og sjónleikur eru náttúrligir partar av skúla-degnum.

 

5. Skúlin skal vera demokratiskur.

Treytin fyri arbeiðsgleði og trivnaði hjá bæði starvsfólki og næmingum er tengd at, at øll vita hvat fer fram á skúlanum, at lurtað verður eftir hvat hvør einstakur hevur at bera fram, at orðalagið er gott á skúlanum, og at øll við felagshugburði áhaldandi royna at menna skúlan, og at avgerðir í stóran mun verða tiknar á demokratiskum grundarlag.

  • Leiðsla, starvsfólk og næmingar leggja stóran dent á, at kunningin er á einum høgum støði.
  • Ymisku nevndirnar/ráðini á skúlanum verða í størsta mun tiknar við uppá ráð, tá ið ymiskir trupulleikar skulu loysast og avgerðir takast.
  • Samstarv millum leiðslu, lærararáð og næmingafelag verður mett høgt og verður ment við fundum við jøvnum millumbili.Leiðsla og lærarar tryggja at arbeiðsumstøðurnar hjá lærararáðnum og næmingafelagnum eru góðar.
  • Kjak um ymisk viðurskifti í flokkunum og felagsfundur fyri allan skúlan skulu vera náttúrligir partar í gerandisdegnum á skúlanum.

 

SKÚLIN ÚTEFTIR

6. Skúlin skal vera virkin bæði í nær- og fjarumhvørvinum.

Leiðslan skal tryggja, at skúlin er kendur í øllum nærumhvørvinum hjá skúlanum, soleiðis at tað er náttúrligt at næmingarnir halda fram við eini víðari skúlagongd á skúlanum.

  • Umráðandi er  at hava eitt gott og neyvt samstarv við fólkaskúlarnar, við at næmingar úr fólkaskúlanum vitja á skúlanum minst eina ferð um árið, møguliga fylgja frálæruni eitt styttri tíðarskeið, umframt at lærararnir samarbeiða tvørtur um skúlaskipanirnar.
  • Lestarvegleiðararnir samarbeiða tvørtur um skúlaskipanirnar.
  • Skúlin roynir at styrkja samarbeiðið við vinnulívið í nærumhvørvinum, millum annað við at bjóða fram ymisk skeið og frálæru (rekvirerað undirvísing).
  • Skúlin skipar fyri fyrilestrum um kvøldarnar um evni, ið hava almennan áhuga.Skjótt vaksandi kunningartøknin ger tað neyðugt, at skúlin tekur støðu til mentunnar- og samfelagsviðurskiftini í londunum rundan um okkum.
  • Lestrar-, námsferðir og job-swop skulu metast høgt.
  • Næmingarnir skulu bæði fakliga og málsliga stimbrast til at samstarva við næmingar og lærarar við samsvarandi skúlar í Føroyum og uttanlands um ymiskar uppgávur í ymiskum lærugreinum.
  • Næmingarnir skulu fáa fullan førleika til at fara í onnur lond at nema sær hægri útbúgving ella at starvast í øðrum londum á einum nóg dyggum grundarlagi.
 
 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvķk  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624