Glasir, Hoydalar
Sanatoriivegur 13
FO-188 HoyvÝk
Tel: (+298) 360 660

Tann: 27-03-2017 Ý viku 13






Sk˙lin 
TŠnastur 
Bˇkasavn 
Lestrarveglei­ing 
Telduveglei­ing 
Logopediveglei­ing 
Prˇvt°kur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nřggjar nŠmingar 
Veglei­ingar 
LŠrugreinar 
TÝ­indi 
Slˇ­ir 
Kalendarin 
TÝmatalvur 
Intranet 
Samband 
Logopediveglei­ing - eitt ambo­ til lesiveikar nŠmingar!
 

Maybritt við Strond tekur sær av vegleiðingini av næmingum, ið av ymsum orsøkum eru lesiveikir.

Vegleiðing snýr seg um ráðgeving m.a. um kunningartøkni og hjálparamboð, eitt nú um ta føroysku teldutaluna, CD orð, sum kann lesa tekstir upp fyri næminginum, og sum saman við øðrum amboðum kann geva næminginum eitt frælsi til at klára seg sjálvan í Hoydølum.

Logopedivegleiðingin er á ovaru hædd í hjallinum. (sí mynd)

Opið er mánadag til hósdag frá kl 8.00 til 16.00

Lektiuhjálp er somuleiðis í hjallinum:
týsdagar frá 14.00 – 18.00 og
mikudagar frá 15.15 – 18.00

 

Maybritt við Strond
mvs@skulin.fo
tel. 219190

Maybritt við Strond hevur PD í logopedi og kollegialari vegleiðing frá UCN í Aalborg. Harumframt tekur hon í løtuni eina master sum fjarlesandi um útsett børn og ung á Aalborg Universiteti. Maybritt hevur harumfrat drúgvar royndir í praktiskum arbeiði við innlæringartrupulleikum.

Maybritt byrjaði at starvast sum logopedur á Føroya Studantaskúla og HF-skeiði í Hoydølum í august 2014. Hennara uppgáva er at taka sær av næmingum við orðblindni, talblindni, næmingum, sum stama, hava ADHD ella annað, ið kann ávirka innlæringina hjá næminginum.

Saman við Maybritt skipaði Føroya Studentaskúli og HF-skeið við skúlaársbyrjan 2014 á fyrsta sinni fyri at fáa kannað allar 1. árs næmingarnar fyri orðblindni og diagnostisering. Hendan kanningin er eitt týðandi fyrsta stig á leiðini hjá næmingunum til dyggari lesnað í Hoydølum.

 

 

 

 

 
 
Glasir, Hoydalar  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 HoyvÝk  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624